Pávin bjóðar seg fram sum friðarmeklara

- Fólk í heiminum ynskja frið, og við teirra leiðarar vil eg av øllum mínum hjarta siga: Latið okkum hittast, lat okkum tosa, lat okkum samráðast

Nývaldi Leo, pávi, bjóðar seg fram at vera friðarmeklara millum leiðarar av londum, sum eru í kríggi.

 

Reuters endurgevur pávan fyri at siga, at hann er til reiðar at gera alt, hann er mentur fyri, at lond kunnu semjast og leggja vápnini.

 

- Hesin heilagi stólur er altíð til reiðar at hjálpa til við at fáa fíggindar saman, andlit til andlits, og at tosa saman.

 

Hetta segði pávin á einum fundi í Vatikaninum í dag, og tað er Reuters, sum endurgevur.

 

- Fólk í heiminum ynskja frið og við teirra leiðarar vil eg av øllum mínum hjarta siga: Latið okkum hittast, lat okkum tosa, lat okkum samráðast.