Óli Mittún, er MVP (mest virðismikli leikarin) í bestu svensku hondbóltsdeildini, handbollsligan aftaná eitt framúr gott kappingarár við Sävehof.
Tað boðar handbollsligan.se frá. Staðfest er, at Óli fekk 48 prosent av atkvøðunum.
Í 2022 fekk systkinabarnið, Elias Ellefsen á Skipagøtu sama heiðurin í bestu svensku hondbóltsdeildini.
Umframt at vera MVP er Óli eisini greiður toppskjútti í bestu svensku deildini við 223 málum í 33 dystum. Óli skoraði sostatt 6,75 mál í miðal pr. dyst.
Óli verður partur av føroyska U21-landsliðshópinum, ið fer at royna seg til U21 HM-endaspælið, ið byrjar í Póllandi 16. juni.
Aftaná summarferiuna byrjar ein nýggjur kapitul hjá Óla í stórfelagnum, GOG sum í hesum døgum kappast um at vinna danska meistaraheitið. GOG er greitt oddalið í sínum bólki í ovara endaspælinum.
Miðlahúsið ynskir Óla tillukku við flotta heiðrinum.