Skipsdópur
Skála : »Gævi eydnan fylgi tær, tína lívsleið alla. Teg vit goyma hjørtum nær, Teistin vil teg kalla.«
Soleiðis fullu orðini, tá Eydna Djurholm doypti Teistan á bryggjuni á Skála leygardagin.
Tað oysregnar, er mestsum áarføri, tá koyrt verður oman á skipasmiðjubryggjuna á Skála, har hátíðarhaldið verður, nú Teistin skal doypast. Eingin vindur soleiðis. Kortini so, at fløggini standa frá, hóast tey tykjast øgiliga tung, so vát tey eru vorðin í dag.
Fari umborð áhetta nýggja skipið, sum liggur so innbjóðandi har við signalfløggunum uppi.
Lítið fólk er komið enn, so væl ber til at fara runt at síggja skipið, áðrenn ov trongt verður.
Á brúnni eru maskinmenn og navigatørar við at gjøgnumganga seinastu innlæringarnar av onkrum tóli, sum teir skulu brúka í komandi tíð.
Her er ikki so øgiliga nógv, sum minnir um eina góða, gamla skipsbrúgv. Meira at kallla ein teldustova við skíggjum og joystikkum her og har. Men soleiðis er. Alt broytist, og eingin ivast væl um, at hetta er til tað betra. Teir eru í hvussu er spentir.
Fari eitt sindur runt á skipinum. Eitt fín og nossligt skip. Manningarrúm, ferðafólkarúm, bildekk, maskinrúm. Alt sær væl frágingið út, hóast okkurt smáting tykist mangla enn. So sum okkurt skilti á hurðum og sovorðin smáting, sum einki hava upp á seg.
Men eitt hevur Teistin fram um onnur strandfaraskip. Hann hevur gongubreyt á bildekkinum, og tað er nakað, sum fólk heilt vist fara at gleðast um.
Umleið hálvan metur frá skottinum er kantur, har bilarnir ikki skulu innum. Og við lúkurnar í endunum á skipinum, er garður framvið, so fólk og bilar ikki koma saman, tá tey fara í land. Sera gott fyri gongufólkið, og ikki minni fyri bilarnar. Nú fer helst eisini at sleppast undan at fáa bilin skøvaðan av troðkandi fólki, sum ekur eftir bilsíðuni við taskum og øðrum viðføri.
Tað má í sjálvum sær sigast at vera eitt bragd av Skipasmiðjuni á Skála at hava fingið hetta skipið liðugt til tíðina undir teimum treytum, givnar hava verið. Tillukku við tí.
Fráfarandi stjóri
Hitti stjóran á Skipasmiðjuni, Jón Danielsen. Veitsluklæddur í føroyskum búna, sum vera man. At hann er ein glaður maður í dag, sæst skilliga á honum.
Jú, hetta er ein stórur dagur hjá honum. Fyrsta nýbygningin, sum latin er av Skipasmiðjuni í eitt hálvt mannaminni, sleppur hann at avhenda.
Og so er tað samstundis hansara seinasti arbeiðsdagur á Skipasmiðjuni á Skála. Hann byrja í morgin í nýggjum starvi í egnum byggifelag. Eftirmaður hansara eitur Marni Olsen.
So nú Teistin verður latin, verður tað triðji stjórin á Skipasmiðjuni, síðan byrjað varð upp á skipið, sum fer at lata hurðarnar upp fyri nýggjum arbeiðsdegi á Skipasmiðjuni á Skála. Hóast tann fyrsti fór ikki so langt. Tað var Gunnar Mohr, sum nú er stjóri í móðurfelagnum, Tórshavnar Skipasmiðju.
Váttligt hátíðarhald
Tað regnar alsamt. Kanska verri. Nógv fólk er nú samankomið. Gumman kom í áðni undir regnskjóli. Eisini í føroyskum búna.
Hornorkestrið er í ferð við at stilla upp á bryggjuni. Nes Sóknar Musikkfelag. Mær tykir synd í teimum og vóni, at teir hava góðar plastikklummar til nótarnar.
Klokkan nærkast ellivu, og Torleif fer fram um orkestrið, veipar einar tríggjar ferðir við dirigentstavinum, og orkestrið trívur í ein marsj.
Tað gongur fínt, og so fer stjórin á Skipasmiðjuni upp á ein pall og sigur frá, at bara sjálvur dópurin verður uttan fyri í dag. Restin av hátíðarhaldinum verður á dekkinum á Teistanum. Og tí taka fólk væl undir við.
Men gumman, stakkalin, leggur regnskjólið frá sær og fer í sínum fína búna upp á pallin, har hon sigur fram eitt ørindi og sveiggjar eini champagnufløsku, sum fer í knús við brestin. Hornorkestrið spælir fyrsta ørindi av Tjóðsanginum, og fólk syngja við.
Navnið, sum fyrr hevur verið hvítt, er nú vorðið blátt. Teistin er doyptur,og fólk tyrpast at lítlu lúkuni í síðuni á skipinum. Men har er ov trongt, so gronin verður lyft upp, og fólk sleppa umborð tann vegin.
Fín veitsluhøll
Hornorkestrið er komið umborð og hevur stillað upp afturi í reyv. Tey spæla, og tað ljóðar sera væl her inni á bildekkinum. Onkur heldur við Poul Mohr, skipasmiðjustjóra, um hann nú eisini var farin at smíða konserthallir.
Hátíðarhaldið heldur fram. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður við vinnumálum, Reidar Nónfjall, stjóri á Strandfaraskipum landsins, og Jón Danielsen, frá stjóri á Skipasmiðjuni á Skála, halda røður, har teir greiða frá ymsum viðurskiftum í samband við byggingina av Teistanum. Og hornorkestrið spælir fosturlandsangir millum røðurnar.
Fram við síðunum á bildekkinum eru borð sett upp, har gestirnir kundu fáa eitthvørt til matna. Tá røðurnar eru lidnar, verða fólk biðin um at flyta seg út í borðið, og hilladekkið, har eisini borð standa á, verður lorað niður úr erva. Síðan verða allir gestirnir, sum komnir eruumborð, bodnir til borðs.
Undir borðhaldinum heldur Poul Mohr, skipasmiðjustjóri, røðu, har hann millum annað skemtandi heldur fyri, at hann ivast í nú eina løtu, um Strandferðslan yvirhøvur skal fáa skipið. Hann hevur hug at brúka tað til veitsluhøll sjálvur. Heldur, at hetta er nokk fyrsta veitsluhøli í landinum, har borðini bara verða lorað niður undan loftinum. Tá so liðugt er, er bara at lyfta tey uppaftur og fara upp á gólv, heldur hann.
Borðhaldið er endað, og fólk eru farin runt á skipinum. Her er fólk á báðum stavnum, og eisini á miðuni. Tey hyggja at og gera viðmerkingar. Men øll tykjast væl nøgd og samd um, at hetta er eitt skip, sum bæði Skipasmiðjan, Strandferðslan og sandoyingar kunnu gleðast um.
Boðað er frá, at ein framsýningartúrur verður um eina løtu, so tey mongu, sum ikki eru boðin ella ætla sær við, fara so smátt at sleppa sær í land.
Eitt sindur ótættari eru droparnir nú, men framvegis regnar, so tað er sum skjótast at sleppa sær í bilin.









