Skaðin, sum Teistin fekk, tá hann herfyri bar við land í Hesti er somikið álvarsligur, at tað verður ikki í bræði, at ferjan siglir aftur. Tað váttaði stjórin á Strandferðsluni, Regin I. Jakobsen, fyri Degi og Viku í kvøld.
Eykalutir skulu bíleggjast, og tað tekur einar átta vikur at fáa fatur á hesum. Og er talan um somikið álvarsligan skaða, at neyðugt er at gera nakrar lutir av nýggjum, so kann hetta taka upp í hálvt ár. Men somikið drúgv væntar stjórin tó ikki, at bíðitíðin verður.
Meðan Teistin er á beding, røkir Ternan siglingina um Skopunarfjørð. Jósup, sum annars vanliga røkir siglingina til Mykinesar, siglir millum Havnina og Nólsoy, og hartil ger Sam nakrar farmatúrur á leiðini.