Teistin má røkja sjúkraflutningin

Ja nú er so aftur eitt álop á útjaðaran. Nú meinar leiðslan á Landsjúkrahúsinum, at tað ikki er neyðugt, at Sandoyggin hevur ein sjúkraflutning

Teistin hevur havt, og teir bátar, sum vóru áðrenn hann, ta uppgávu at vera tilreiðar á nátt at føra sjúk fólk.

Hetta metir leiðslan á Landsjúkrahúsium ikki at vera neyðugt. Í staðin ætla teir at seta lítla bjargingarbátin »Lív« inn í staðin, hetta er ein bátur, sum ikki er so frægt á sama støði sum »Reyðikrossur« sum silgdi fyri 40 árum síðani.

Er hetta tí, at leiðslan á Landsjúkrahúsinum ikki fylgir so frægt við, at hesin bátur slettis ikki kann brúkast um Skopunarfjørð.

So kunnu teir grundgeva við, at báturin siglur í øllum veðri, minnist til at tað eru sjúk fólk, sum hann skal flyta, ella meta tit hesu fólk sum kríatúr?

Eg havi tosað við tann politiska myndugleikan, so eg eri yvirbevístur um, at Teistin fer at røkja hesa uppgávu víðari.

Tá talan er um tyrluna, má eg siga, at ta skipanina hava vit roynt, og kann hon ikki brúkast.