Tað gjørdist ein góður dagur hjá báðum føroyingaliðunum í Aarhus í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.
Liðið hjá Teis Horn Rasmussen og Peter Krogh, Aarhus HC vann á heimavølli 34-33 á Odense. Í steðginum var Aarhus HC á odda 18-14.
Mads Christiansen skoraði sigursmálið hjá Aarhus HC tá bert trý sekund vóru eftir av dystinum.
Teis var stórskjútti í dag. Hann skoraði heili níggju mál. Peter Krogh skoraði tvey mál.
Liðið hjá Niklasi Højgaard Hanusarsyni, Skovbakken vann á heimavølli 30-29 á Grindsted. Í steðginum var Grindsted á odda 16-12.
Rasmus Mørup skoraði sigursmálið fyri Skovbakken tá bert átta sekund vóru eftir av dystinum. So eydnan var báðum føroyingaliðunum í Aarhus blíð í dag.
Niklas skoraði eitt mál.
Støðan:
| Nr | Lið | Dystir | Stig |
| 1 | Skive fH | 6 | 11 |
| 2 | Grindsted | 6 | 9 |
| 3 | HC Midtjylland | 6 | 8 |
| 4 | HØJ | 6 | 8 |
| 5 | Skovbakken | 6 | 8 |
| 6 | Team Sydhavsøerne | 6 | 7 |
| 7 | Aarhus HC | 6 | 7 |
| 8 | TM Tønder | 6 | 7 |
| 9 | FIF | 6 | 5 |
| 10 | Rækker Mølle | 6 | 4 |
| 11 | Odder | 6 | 4 |
| 12 | Vendsyssel | 6 | 3 |
| 13 | Køge | 6 | 2 |
| 14 | HC Odense | 6 | 1 |











