Slobodan Milosevic situr fangi í Haag, men sjálvt um hann verður funnin sekur í krígsbrotsverkum, bendir alt á, at teir báðir herviligastu brotsmenninir frá krígnum á Balkan í nítiárunum sleppa undan revsing.
Í átta ár hava NATO-hermenn leitað eftir teimum báðum Radovan Karadzic og Ratko Mladic, men uttan úrslit. Hildið verður, at teir hava fjalt seg í Bosnia, men fyri nøkrum døgum síðani segði høvuðsákærin í Haag, Carla del Ponte, at teir báðir eftir øllum at døma eru í Serbia nú. Sambært ákæranum fjala umleið 15 krígsbrotsmenn seg í Serbia.
Og haðani fáast teir neyvan, tí serbisku myndugleikarnir hava víst lítlan áhuga fyri at hjálpa dómstólinum. Sambært Carlu del Ponte hevur Radovan Karadzic nú búsett seg í sjálvum høvuðsstaðnum Beograd.
Um eitt lítið ár fara NATO-hermenninir av Balkan, tí tá yvirtekur ES eftirlitið har. Spurningurin er so, um ES kann leggja nakað trýst á serbisku myndugleikarnar fyri at fáa teir at útflýggja Karadzic og Mladic. ES royndi í fjør, tá Kroatia bað um limaskap í samveldinum. Tá kravdi Bruxelles, at kroatisku myndugleikarnir skulu útflýggja tann eftirlýsta generalin Ante Gotovina, sum er skuldsettur fyri krígsbrotsverk, men enn er einki hent. Kanska tí at generalurin framvegis verður mettur sum tjóðarhetja í heimlandinum.