Teir vóru lærarar og grammir útróðrarmenn

- Vit høvdu okkara størv at røkja, og tað var ikki altíð, at svøvnurin var so nógvur, sigur borgarstjórin, sum bjóðar øllum vælkomnum á bátafestival á Toftum

 

 

Tað verður borgarstjórin í Nes kommunu, Súni í Hjøllum, sum fer at bjóða vælkomin til bátafestival á Toftum og sum síðan fer at siga nøkur orð við høvið. Setanin verður leygardagin klokkan 13.30 - ella umleið ein hálvan tíma eftir, at bátafylgið er komið úr Skálafirði og út Oyrarnar á Toftum. Nes sóknar Hornorkestur fer at seta sín dám á við bátahylin, har tey byrja at spæla longu ein tíma fyri sjálva setanina, og sambært skránni byrja harmonikurnar eisini at spæla í tjaldinum undir setanini. Bæði hátíðarligi hornatónleikurin og harmonikutónleikurin, sum mongum dámar so væl, fara at seta ein hugnaligan dám á tiltakið á Toftum.

Í fjør var eingin bátafestivalur, og av Toftum frættist, at bygdafólkið nú gleðir seg til at bjóða gestum vælkomnum aftur á Toftir til hetta tiltak, sum er við til at seta Nes kommunu á Føroyakortið.

Tað verður neyvan trupult hjá borgarstjóranum at leita fram orðini, tá bátafestivalurin skal setast leygardagin. Heldur kann tað gerast trupult hjá honum at velja burtur úr øllum tí, sum hann hevur á hjarta henda dagin. Tá tann, sum skrivar hesar reglur, kom á Toftir fyri nógvum árum síðan, undraði tað, hvussu stóran áhuga Súni í Hjøllum og brøður hansara høvdu fyri útróðri. Tríggir av brøðrunum vóru lærarar, Súni, Eli og Óli, og Magnus (Maggi) var slaktari. Tá skúlin var liðugur ein góðan dag - ella fríløtur vóru - róðu teir út sum aðrir útróðrarmenn. Ofta var tað truplari hjá Magga at sleppa avstað mitt í viku, enn tað var hjá teimum trimum, sum høvdu lærarastarv.

##med2##

Men, allir vóru teir grammir, raskir og ágrýtnir, og pápin var hin fremsti.

- Fyrsti bátur, eg minnist, var eitt fimm-ella seksmannafar, ið kallaðist Teistin, sum varð smíðaður undir krígnum. Tá eg var 11 ára gamal í 1966, keypti pápi ein sonevndan grønlandsbát, sum kallaðist Vaðið. Hetta var fyrsti bátur í húsinum hjá okkum, sum fekk navnið, Hjøllubáturin - og sum árini gingu, gjørdust teir fleiri.

Henda bátin høvdu faðir og synir fram til 1978, tá verfaðir Súna í Hjøllum í Fuglafirði, Engelbreth Hansen, smíðaði teimum ein spildurnýggjan Hjøllubát, sum var 36 føtur langur og innilokaður. Engelbreth, sum doyði í 2005, smíðaði nógvar bátar, bæði vanligar føroyskar bátar, størri og smærri útróðrarbátar, og hann smíðaði eisini nakrar kappróðrarbátar. Tá Súni kom at kenna dóttir hansara í Fuglafirði, hevði Engelbreth júst smíðað sín egna bát, sum var 31 føtur langur og frambygdur.

Faðir og synir á Toftum høvdu innilokaða Hjøllubátin í 10 ár, og við honum høvdu teir nógvar góðar og minniligar útróðrardagar. Tá Óli í Hjøllum, sum hevur konu í Suðuroy, fekk starv sum skúlastjóri í Vági og flutti suður at búgva, tók hann henda bátin við sær.

Men, tað merkti ikki, at brøðurnir, sum eftir vóru á Toftum, góvust at rógva út, tá løturnar vóru. Nú keyptu teir ein 20-tonsara, ið er hin seinasti, sum varð bygdur á Strondum. Henda bátin høvdu teir árini frá 1988 og fram til 1995.

- Tey fyrstu árini, vit høvdu 20-tonsaran, var nógvur fiskur at fáa, men fyrst í nítiárunum rendi øll tann føroyska fiskivinnan seg inn í fiskaloysi, sum sjáldan er sæð í Føroyum áður, sigur Súni í Hjøllum, sum vísir á, at meðan útróðurin enn var góður, gjørdu teir nógvar túrar við 20-tonsaranum. Teir søktu eisini leiðirnar vestan fyri, eitt nú í ein útsynning úr Mykinesi, og teir royndu eisini eftir brosmu og longu á Skeivabanka. 

Hugurin hjá teimum øllum var góður, og tað var ikki minst pápin, sum eftir at hava siglt í fleiri ár, og tá hevði starv sum postmaður, ið var drívmegin.

Men, hvussu riggaði tað so bæði at vera lærari og útróðrarmaður?

- Vit høvdu sjálvsagt okkara størv at røkja, men tað var hugurin, sum dreiv verkið, og tað var ikki altíð, at svøvnurin var so nógvur. Eg minnist ta einu ferðina, at vit høvdu sett línu vestan fyri og ikki vóru at landi aftur fyrr enn móti morgni. Eg fekk mær eitt brúsubað og fór so beint í skúlan. Eyguni vóru blóðsprongd. Tá segði ein danskur lærari, sum var á skúlanum: “Hvor i verden har du været...?” Men, tá var man ungur, og orkaði væl. Tað var ofta, at vit fóru úr skúlanum og beint til útróðrar, sigur hann.

Eftir at 20-tonsarin varð seldur í 1995, keypti Súni í Hjøllum saman við pápa sínum eitt 10-mannafar við dekki - ein sonevndan Kaldbaksbát, og vit kunnu at enda leggja aftrat, at borgarstjórin í dag hevur eitt áttamannafar úr glastrevju, bygt í Bø.

Vit lata Súna í Hjøllum siga eina lítla søgu aftrat, áðrenn vit sleppa honum, soleiðis at hann kann byrja at hugsa um røðuna, sum hann skal halda, tá bátafestivalurin verður settur leygardagin.

10-mannafarið úr Kaldbak er ikki nakar stórur bátur, og hann hevur ikki serliga høgt fríborð. 

- Eg minnist tann eina túrin, eg og ein bróðursonur gjørdu her eystur úr Borðuni. Vit høvdu 10 stampar við og fingu 3450 pund. Tá var báturin ógvuliga tungur. Á veg aftur til lands var eitt lot av landsynningi, og tað var eitt sindur tvassut. Tá vit vóru aftur á Toftum, helt bróður mín, Maggi, fyri, at hetta var óðamannaverk. 

Súni í Hjøllum heldur tó ikki, at teir á hesum minniliga túri tóku nøkur óráð fyri.

- Nú gleða vit okkum til bátafestivalin, sum enn einaferð setir okkara kommunu á Føroyakortið, samstundis sum fokus verður sett á sigling, samveru og hugna. Fólkatalið í kommununi økist skjótt, og bæði várdagar og festivalur eru góð høvi hjá okkum, sum altíð hava búð her og tilflytarum, sum eru komin higar - umframt øllum gestum nær og fjar - at finna saman í góðum felagsskapi, sigur borgarstjórin.

##med3##