Superliga
Allir partar eru tættir sum tunnan, tá ið spurt verður eftir fíggjarligu umstøðunum í leigusáttmálanum, ið er gjørdur millum HB og OB um leigu av Jákupi á Borg. HB-formaðurin sigur, at í HB hava teir altíð havt tann politikk, at teir ikki vilja forða einum leikara í at sleppa at royna seg uttanlands. Birgir Enghamar sigur, at sjálvsagt vildu teir fegnir havt Jákup í hópinum alt kappingarárið, men teir vilja ikki forða fyri einum slíkum møguleika hjá einum spælara.
Satsa upp á teir ungu
Nú ein so markantur leikari sum Jákup á Borg ikki verður við hjá føroyameistarunum fyrstu mánaðirnar, er tað nærliggjandi at hugsa, at havnarfelagið fer at leita sær eftir einum avloysara, men tað avsannar formaðurin í HB. Birgir Enghamar sigur, at HB fer at satsa upp á sínar egnu ungu leikarar, og hetta er eitt kærkomið høvi hjá teimum ungu at vísa hvør dugur er í teimum.
Í HB fegnast teir vegna Jákup um, at tað hevur eydnast honum at fáa leigusáttmála við OB, og í 100-ára felagnum eru teir eisini ernir um, at danska superligain hevur áhuga fyri teirra leikarum. Birgir Enghamar sigur, at alt pappírsarbeiðið viðvíkjandi spæliloyvinum hjá Jákupi gekk ótrúliga skjótt fyri seg, og at ein avtala er gjørd, sum allir partar eru nøgdir við.