Teir skerja demokratisk rættindi

Soleiðis sigur forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag um nýggju lógaruppskotini hjá Bjarna Djurholm, sum snúgva seg um viðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum og innihalda undantøk í verkfallsrættinum og lógarfestan arbeiðs ella gerðarrætt og víðkaðar heimildir til semingsmenninar. Ingeborg Vinther finnur valla orð og henni koma til hugs diktatorisk viðurskifti. Fakfeløgini hava verið lagalig við alivinnuna undir verkføllum, meðan vinnan eftir øllum at døma hinvegin útflytur sjálvdeyðan fisk, sigur Ingeborg Vinther

- Hetta er ræðuligt, eg finni ikki orð fyri tí. Hetta er óhugsandi í einum demokratiskum landi, har vit hava verkfallsrætt og samráðinagrrætt. Teir skerja fakfeløgini og demokratisku rættindini, sigur forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, Ingeborg Vinther, sum heldur, at myndugleikarnir gloyma, at tað eru tveir partar á arbeiðsmarknaðinum.
- - Teir leggja eftir fakfeløgunum, men gloyma, at tað eru tveir partar, nevniliga eisini arbeiðsgevarasíðan, sigur forkvinnan í FA um uppskotini frá Vinnumálastýrinum um lógarfestan arbeiðsrætt og undantøk í lógini um tøku av sjúkum djórum, fiski, har tað slepst undan vekfalli.
- Teir leggjast eftir fakfeløgunum, hóast vit hava verið sera lagalig undir verkfallinum herfyri, meðan teir, arbeiðsgevararnir, eftir øllum at døma hinvegin hava útflutt sjálvdeyðan fisk, sigur Ingberog Vinther, sum vísur á, at tað er ikki fakfelagsrørslan, sum hevur skuldina av vána støðuni í alivinnuni.
- Og at siga, at vit eru meint rakt av verkføllum seinnu mongu árini, tað passar ikki. Í 1985 t.d. vardi verkfallið í einar 5 dagar, í 1987 var verkfall/lock out í 3 vikur og í 1991 tað sama í einar 5 dagar, sigur Ingeborg Vinther.
- Uppskotini eru hol í høvdið og har er alt við í undantøkunum, flutningur og útflutningur. Teir skerja fakfeløgini og tað er at taka demokratisk rættindi, verkfallsrættin, og tað er ófatuligt, at teir leggjast eftir fakfeløgunum, eftir at tey hava verið lagalig undir verkfføllum, sigur forkvinnan í FA.
- - Og vert er at minnast, at kreppan í alivinnui er ikki orsakað av fakfeløgunum, men tí einki eftirlit er við alivinnuni og fiskurin er strongdur, sigur forkvinnan í FA.
-
Valt gott tíðspunkt
Uppskotini um lógarbroytingar hava við sær lógarfestan arbeiðsrætt, víðkan av heimildum hjá semingstovninum og broytingar, so tað slepst undan verkfalli, tá talan er um tøku av sjúkum fiski.
Uppskotini eru løgd til hoyringar og viðmerkingar skulu vera inni tann 25. august.
- - VinnumálaráðIð og Bjarni Djurholm hava valt sær eina lagaliga løtu, mitt í hægstu summarfrítðini, tá flest øll eru burturstødd og skrivstovur eru stongdar. Og so skulu viðmerkingarnar vera teimum í hendi aftur longu 25. august, sigur Ingeborg Vinther, sum sjálv hevur úr at gera og er burturstødd í arbeiðsørindum komandi mongu dagarnar.
- - Tað er ófatuligt, at Fólkaflokkurin fær aðrar flokkar við uppá hetta. Hetta eru tiltøk, ið skerja demokratsiku rættindini og fakfeløgini, men tiltøkini bøta ikki ringu støðuna í alivinnuni. Bert verða fakfelagsrættindini skerd meðan sáttmálaloysi er, sigur Ingeborg Vinther, sum heldur, at slíkt hendir annars bert í londum, ið hava diktaturstýri.
- Teir bjarga ikki alivinnuni við hesum, men venda bert fakfeløgunum og fólki mótvegis slíkum tiltøkum. Tað hjálpir ikki bert at leggja eftir fakfeløgunum, tí samfelgið er í kreppu, har skal annað til, viðmerkir Ingeborg Vinther.
-
Sita ikki hendir í favn
- Vit fara ikki at sita hendur í favn, men sera óheppið er tað, at hetta hendir í hægstu summarfrítiðini, nú politikarar eru komnir aftur til arbeiðis, eftir frítíð síðani maimánað, sigur Ingeborg Vinther.
- - Eg vil síggja teir flokkar, ið skerja fakfelags- og demokratisku rættindi. Teir leggjast altíð eftir fakfeløgunum og gloyma, at tað eru tveir partar. Flokkarnir skulu eisini liva aftaná, at teir hava skert demokratisku rættindini. Og trekkja teir tenninar úr fakfeløgunum, so tey ikki virka meir, hvat hendir so?, spyr Ingeborg Vinther, sum spyr, hvar andstøðan er í hesum og t.d. ein flokkur sum Javnaðarflokkurin, sum søguliga hevur vart áhugamál arbeiðarnna.
- Somu upskot og viðurskiftini hava verið uppi fleiri ferðir áður, men hava ongantíð vunnið frama.Hví?
- - Nú er eftir øllum at døma politisk undirtøka í samgonguni, men taka allir flokkar á tingi veruliga undir við slíkum?, spyr Ingeborg Vinther, sum saman við øðrum fakfelagsfólkum seinni fer at viðgera tilfarið, ið teimum er sent til hoyringar, men hon leggur dent á, at fakfelagsrørslan ikki ætlar at sita hendur í favn.

(sí eisini grein við viðmerking frá Jóannes Eidesgarrd um sama evni)