Teir seyma presendingar til vinnuna

- Vit seyma hvønn dag, og tann stóri parturin av tí, vit gera, er presendingar til vinnuna, serliga sjóvinnuna, men eisini til lastbilar og annað. Seglarbeiði er so gott sum einki longur, sigur Torbjørn Gaard, sum eigur og rekur Seglvirkið í Klaksvík

Vinna

At seyma segl og presendingar er gomul vinna í Føroyum. Men sum alt annað, hevur henda vinna eisini verið fyri sínum broytingum. Maskinurnar eru betraðar, og tað er dúkurin, sum presendingarnar og seglini verða seymað burtur úr, eisini.
Seglvirkið í Klaksvík er gamalt virki, sum hevur sínar røtur tað mesta av eini øld aftur í tíðina.
Í gomlum døgum vóru tað Jógvan Joensen, vanliga róptur Jógvan Segl og Hans Erik Olsen, sum byrjaðu Seglvirkið. Teir stovnaðu eisini felagið, Joensen & Olsen, ið hevur verið eitt kent felag í Klaksvík heilt upp til okkara dagar.
Sosialurin hevur ikki leitað søguna um hesar menn fram í søgubókunum, og tí skulu vit vera varnir við at skriva eina søgu, sum kanska ikki er sonn.
Jógvan Joensen var seglmakari, og vit hava skilt, at Hans Erik Olsen var skipari, áðrenn hann gjørdist handilsmaður.
Skipanøvnini, Jógvan S og Hans Erik, eru nøvn, sum stava frá hesum frægu monnum.

Torbjørn tók yvir
Bygningurin, har Seglvirkið húsast í dag, er bygdur longu í 1920, men virksemið at seyma og umvæla segl í Klaksvík byrjaði fyri ta tíð.
Í dag eigur oyndfirðingurin, Torbjørn Gaard, Seglvirkið, og aftrat sær á fyritøkuni hevur hann starvsfelagan, Jákup Eli Østerø, sum er klaksvíkingur, men hevur sínar røtur í Kalsoynni.
Hvørgin teirra er útbúgvin seglmakari, men eingin ivi skal vera um, at teir duga sítt handverk til lítar.
Hetta hevur verið teirra starv í mong ár.
Tað var í 1994, at Torbjørn keypti Seglvirkið frá einum felag, sum kallaðist Regulus.
Í 1992 gavst felagið, Joensen & Olsen, og Regulus rak virksemið í eini tvey ár.
- Eg haldi, at virksemið lá stilt í einar tríggjar mánaðir, áðrenn eg keypti tað, sigur Torbjørn, sum síðan hevur átt og rikið Seglvirkið í Klaksvík.

Legðist uppi
Torbjørn sigldi í sínari tíð sum stýrimaður við skipunum hjá Joensen & Olsen, og hann var eitt nú við Kvikki og Hans Eriki.
- Eg sigldi fram til umleið 1976, men sum tíðin gekk, fekk eg trupulleikar við rygginum. Eg og Jákup Eli Østerø byrjaðu tískil at rógva út, men tað var ikki betur fyri ryggin, heldur verri.
Hann sigur, at tá ið hann keypti Seglvirkið, snúði tað seg eisini um at skapa sær eitt arbeiðspláss, hóast hetta var stutt eftir  ella beint eftir  stóru samfelagskreppuna, sum legði stórar partar av føroyska samfelagnum lamnar.

Byrjaði í 1978
Torbjørn byrjaði annars at arbeiða á Seglvirkinum í 1978, men fyri ta tíð var hann onkuntíð inni á gólvinum og hjálpti til við eitt nú spleysiarbeiði.
- Pápi Jákup Eli Østerø arbeitt eisini hjá Seglvirkinum, og Jákup Eli plagdi eisini at hjálpa til. Seinni vóru vit so báðir í føstum starvi á virkinum, sigur hann.
Torbjørn sigur, at í dag arbeiða hann og Jákup Eli fast á Seglvirkinum.
- Vit seyma hvønn dag, og tann stóri parturin av tí, vit gera, er presendingar til vinnuna, serliga sjóvinnuna, men eisini til lastbilar og annað.
Seglarbeiði er so gott sum einki longur.
- Dúkurin, sum vit brúka í dag, er sterkur og góður, og tí er lítið av umvælingararbeiði. Tá ið ein dúkur er farin, er hann oftast so ringur, at tað sjáldan loysir seg at umvæla hann, sigur Torbjørn.
Gamalt og nýtt
Hann vísir á, at tað gamla tilfarið, sum var bummullskent og skuldi barkast, rotnaði við tíðini, men tað ger hetta nýggja tilfarið ikki.
- Í dag er alt kunsttilfar í ymiskum litum og ymiskum tjúktum, og vevnaður er eisini ymiskur  alt eftir, hvat dúkurin skal nýtast til, sigur Torbjørn.
Hann leggur aftrat, at kunsstilfarið hevur verið á marknaðinum í nógv ár, og hann heldur, at tað loysti gamla dúkin av einaferð í fimti-ella sekstiárunum.
- So, vit báðir, sum arbeiða her í dag, hava ongantíð arbeitt við tí gamla tilfarinum, sigur Torbjørn.
Hann vísir á, at sum við øllum øðrum í samfelagnum, er eisini meira og minni at gera á Seglvirkinum.
- Vit hava onkuntíð verið fleiri enn tveir mans í arbeiði, men noyðast at laga arbeiðsorkuna eftir tí, sum er at gera.
Torbjørn sigur, at hann onkuntíð hevur havt yngri kreftir í arbeiði, sum teir hava lært upp til at taka sær av tí, sum Seglvirkið ger.
- Hesir eru við tíðini farnir í læru aðrastaðni ella eru farnir at royna okkurt annað, leggur hann aftrat.

Maskinurnar
Torbjørn sigur, at tann elsta seymimaskinan, sum hann goymir á virkinum, var ikki el-drivin.
- Her noyddist tú at traðka á pedalar fyri at fáa hana at seyma. Seinni varð ein el-motorur settur í hana.
Hann sigur, at hendan maskinan, sum er elligomul, sjálvsagt ikki verður brúkt í framleiðsluni longur.
- Tær maskinurnar, vit brúka í dag, eru ikki so øgiliga gamlar, men tær eru heldur ikki nýggjar. Tann elsta, haldi eg, er frá 1972 og ein onnur er frá 1969. Tann nýggjasta maskinan er frá einaferð miðskeiðis í áttatiárunum, sigur Torbjørn Gaard.
Uppi á loftinum á Seglvirkinum er sølubúð, har teir eitt nú selja selja krókar, sjeklar, ketur, weir, tog og annað.