Her á velduga stóra stálverkinum, Azovstal í Mariupol, arbeiddu fleiri enn 11.000 fólk, áðrenn Russland gjørdi innrás í Ukraina og næstan hevur lagt býin í oyði.

Teir seinastu 531 hava nú givið seg yvir

Hesir hava saman við mongum øðrum stríðst ímóti russiska hersetingarvaldinum í næstan tríggjar mánaðir.

Her á velduga stóra stálverkinum, Azovstal í Mariupol, arbeiddu fleiri enn 11.000 fólk, áðrenn Russland gjørdi innrás í Ukraina og næstan hevur lagt býin í oyði.

Í kvøld siga russiskar keldur, at teir seinastu hermenninir, sum vóru eftir í nógv umrødda stálverkinum, Azovstal í Mariupol, nú hava givið seg yvir. Talan er um 531 hermenn, ið eru teir seinastu, sum góvu seg yvir.

 

Hesir hava saman við mongum øðrum stríðst ímóti russiska hersetingarvaldinum í næstan tríggjar mánaðir, samstundis sum teir hava verið avbyrgdir frá umheiminum.

 

Sagt verður, at talan er um tilsamans 2439 ukrianskar hermenn, sum nú hava yvirgivið seg. Russiskir miðlar vita at siga, at hermenninir eru fluttir til fangalegur í Donetsk-regiónini, sum russiski herurin hevur ræðið á.

 

Myndugleikarnir siga eisini, at hermenninir, sum hava brúk fyri tí, fáa heilsuhjálp og verða viðfarnir sum krígsfangar - undantikið teir, sum hava framt krígsbrotsverk, sum russiskir myndugleikar taka til.

 

 

 

Her á velduga stóra stálverkinum, Azovstal í Mariupol, arbeiddu fleiri enn 11.000 fólk, áðrenn Russland gjørdi innrás í Ukraina og næstan hevur lagt býin í oyði.