Teir øvundsjúku og tann reiðiligi

Í Degi og Viku fríggjakvøldið var serliga støðan hjá Jóannesi Eidesgaard í fólkatinginum til viðgerðar. Sjónvarpið spurdi tríggjar løgtingsmenn, hvat teir hildu um treytirnar, sum Jóannes Eidesgaard hevði sett Nyrup

Formaður Sambandsfloksins á tingi, Atli Hansen og Bjarni Djurholm úr Fólkaflokkinum, sum hevur útnevnt seg sjálvan sum tann føroying, ið veit mest um bankamálið, fullu báðir í veitina ? at harta javnaðarfólkatingsmannin og leggja hann undir at taka bankamálið í egnar hendur - og harvið oyðileggja alt.

Hinvegin sóu vit ein konstruktivan og reiðiligan politikara, tá Signar á Brúnni úr Tjóðveldisflokkinum segði sína hugsan. Har sást eingin øvund og eingin smálig illneitan. Signar á Brúnni segði bara, sum rætt er, at hann hevði gjørt júst tað sama, var hann í somu støðu sum Jóannes Eidesgaard.

Ein konstruktivur og positivur politikari - teimum hava vit tíverri ikki ov nógvar av. Tøkk fái hann fyri tað?


-el