Rakul, Maria og Mariann sita og njóta eina skál av heitari suppu, ið man koma væl við í illfýsna veðrinum her í Sundalagnum í kvøld.
Tær eru úr Vík og av Langasandi og eru komnar fyrst og fremst fyri at stuðla tí, sum hendir í økinum.
- Vit gleða okkum sjálvsagt til at hoyra Jens Marna, Páll Finnur Páll og Tinganest, men tað var ordiliga stuttligt at hoyra Ester Kristiansen, og Marni Kruse, sum kom beint aftan á, var ordiliga góður.
Veðrið bilar ikki, siga tær. – Um ein er vanur at vera á festivalum, so hevur hetta einki upp á seg. Í mun til Summarfestivalin okkurt árið er hetta einki, siga tær tríggjar.










