Kyndil-StÍF 26-15 (11-7)
Hondbóltur: Tað var annars ikki nakar stórsigur, sum lá í luftini fyrsta partin av dystinum. Hóast tað gekk javnt á fyrsta korterið, so tóktust gestirnir at vera omaná, og í øllum førum komu skoringarnar frá teimum nógv meira ómaksleyst enn hjá Kyndli, sum mátti nýta nógv meira orku til síni mál.
Og tað var fyrst og fremst Erlendur Johannesen í Kyndil-málinum, sum var høvuðsorsøkin til, at Kyndil hekk somikið væl í gestunum. Einar tríggjar ferðir var talan veruliga um klassabjargingar frá veteraninum, sum í ár hevur funnið sín næsta ungdóm.
Seinastu 10 minuttirnar undan steðginum byrjaði Kyndil tó spakuliga at prógva, at liðið hevur eina verju, sum á góðum døgum kann vinna ein hondbóltsdyst. StÍF fekk bara eitt mál hesa løtuna, og tó at talan ikki var um málveitslu hjá Kyndli, so tóku teir seg alt longur burtur.
Áskoðarar í gongini
Kanska vóru tað boðini um, at Neistin var á odda í Vestmanna, sum festu í Kyndilin. Í øllum førum var talan veruliga um klassamun eftir steðgin. Preda, Marius og Leivur sluppu at kalla als ikki til skot longur, og stútt og støðugt byrjaði dysturin at líkjast einum veruligum avsmurningi.
Soleiðis var tað als ikki sjálvur dysturin, ið var tað, sum upptók áskoðararnar mest seinasta korterið. Fleiri av teimum, sum vóru í høllini, gingu ístaðin kyk út í gongina, har tað umvegis hátalararnar bar til at fylgja við dystargongdini í Vestmanna.
Eitt skifti hevði lagið hug at dala, men tá Neistamálini aftur øktust móti dystarenda, gjørdist rómurin á grønu áskoðarunum øgiligur. Og sum onkur teirra tók til, so var tað ikki á hvørjum degi, at tey somikið íðin stuðlaðu Neistanum.
Og so gekk alt upp í eina hægri eind hjá Kyndli. Ikki endilga tí teir hava verið mest støðuga liðið. Tí tað kann neyvan sigast um nakað av liðunum frá nummar tvey til seks. Heldur er tað eginleikin at reisast, júst tá tørvurin er størstur. Og dirvi at taka av, tá møguleikin býðst. Tað er kynstrið, sum teir í Kyndli duga betur enn teir flestu, og tað var eisini kynstrið, sum sunnudagin borgaði fyri, at talan verður um grannauppgerð, tá FM-finalurnar verða á skránni um páskirnar.