Teir gomlu duga enn

Gamla hittið hjá Blátt, Til Allar Vinir, er komið inn á hitlistan hjá Útvarpinum

Í síðstu viku var sangurin, sum kom út í 1989, eykalag á 15 teimum bestu, og sangurin kom inn sum nummar 11.
Sangurin hevur verið tráðspældur í føroyskum útvarpi, men hann er vorðin aktuellur aftur, nú hann er komin við á útgávuna Popplist 3. Tað hevur havt við sær møguleikan á 15 teimum bestu, og nýggja ættarliðið hevur tikið væl ímóti sanginum.
Umframt Blátt er bara eitt annað føroyskt umboð á 15 teimum bestu í løtuni. Tað er Knút Eysturstein, sum liggur nummar 5 við sanginum Í Hesi Nátt. Ein sangur av nýggju fløguni hjá kórinum Salt ? tað er sangurin Ein Dag ? er eykalag hesa vikuna.
15 tær bestu verða gjørdar upp út frá eini atkvøðugreiðslu, sum øll kunnu verða við í. Tað ber til at atkvøða fyri sangunum á 15 teimum bestu á heimasíðuni hjá Útvarpinum.