Teir borgarligu fingu 49070 atkvøður fleiri enn teir reyðgrønu flokkarnir

Teir borgarligu fingu 49.070 atkvøður fleiri enn teir reyðgrønu flokkarnir, men komu tó í minniluta í Norska stórtinginum. Tá ið 99,9% av atkvøðunum vóru upptaldar, var úrslitið, at teir borgarligu flokkarnir (Frp, H, V og KrF) høvdu fingið 1.327.338 atkvøður, ið er 49.070 fleiri atkvøður enn teir reyðgrønu flokkarnir fingu.

Tað er skipanin við fleiri valdømum, sum ger, at úrslitið fellur soleiðis út. Eisini fyri 4 árum síðan fingu teir borgarligu flokkarnir fleiri atkvøður, tá var munurin 22.000 atkvøður.