Hans Áki Dal Christiansen var ikki ósamdur í, at Kyndil var tað betur tendraða liðið á finaludegnum legyardagin.
- Ja, vit hava verið uppi at koyra, síðani vit vaknaðu, so vit vóru uppsettir. Vit avtalaðu, at vit skuldu hava eina ordiliga verju, og tað haldi eg gekk, tá teir bara fáa tvey mál fyrstu fimtan minuttirnar.
Nakrar ferðir minkað teir tó munin niður í bara eitt mál. Kendu tit tað nakrantáíð, sum um tit vóru við at missa dystin?
- Ikki ordiliga. Vit dalaðu kanska nakað í ferð, men vit kláraðu alla tíðina at koyra meira á, tá tað var neyðugt.
So tit høvdu kanska alla tíðina tað yvirskotið, sum var neyðugt?
- Ja. Men eg haldi eisini, at tá teir hava meldað út, at teir skuldu til Havnar at banka okkum av, so hava teir verið for høgir í hattinum. Men teir høvdu kanska ikki væntað at fáa mótstøðu.
Og tað hevur kanska verið við til at sett tykkum eyka nógv upp?
- Tja. Nú kunnu teir so í øllum førum fara at sleikja sárini heima á Skálafjørðinum. Tað var í øllum førum væl uppiborið, at vit vunnu.
Tað hevur verið sagt um hetta Kyndils-liðið, at tit ongan tíð hava tapt eina finalu. Er tað kanska so, at tit altíð vinna teir avgerandi dystirnar?
- Tað fái eg ikki svarað fyri. Eg havi faktiskt tapt eina finalun. Men tað var afturi í ’98 móti H71, so tað telur kanska ikki við, segði ein stórflennandi Hans Áki at enda.