Tunnilssamband
Heini Olsen, sum umboðaði landsverkfrøðingin á tunnilsfundinum, vísti á, at tann teinurin, sum er stytstur millum Eysturoynna og høvuðsstaðarøkið, er teinurin úr Æðuvík til Hvítanesar.
- Eg vil meta, at teinurin, sum er stungin út í kortið í
uppskotinum, sum fyriliggur, er nærri 10 enn 9 km. Hinvegin vístu okkara kanningar, at leiðin úr Æðuvík og yvir á Hvítanes er bert 6,5 km.
Samstundis, sum Heini segði hetta, vísti hann til úttalilsini hjá
Martini V. Heinesen, jarðfrøðingi um, at tess meira í ein útnyrðing, tunnilin verður otaður, jú betri kann væntast, at lendið verður. Her er størri møguleiki fyri at koma ígjøgnum miðfláirnar, ið vísa seg at vera tær best egnaður til tunnilsgerðir.
- Eg trúgvi ikki, at nakað er til hindurs fyri at byggja ætlaða
tunnilin ? bara man hevur peningin, segði Heini Olsen.