TeenStreet til allan heimin

Týskland: Aftur í ár verður høvið hjá føroyskum ungdómi at sleppa á stóru ungdómsleguna TeenStreet, sum verður hildin í døgunum 2. til 9. august í býnum Oldenburg.

Føroyingar luttóku fyrstu ferð á hesi leguni í 1999, og vóru bert 15 við í ferðalagnum tað árið. Árið eftir hækkaði talið munandi, og seinast vóru ikki færri enn 130 føroyingar við. TeenStreet er ein altjóða lega fyri trúgvandi tannáringar, sum ynskja at vaksa í sínum vinalagi við Jesus, og at avspegla hetta vinalag í gerandisdegnum.