Pætur Mikkjalsson, Pauli Mittún og liðfelagarnir í Team Sydhavsøerne kunnu veruliga iðra seg í dag.
Suðuroyggjamenn spældu í dag dyst á útivølli í næstbestu donsku hondbóltsdeildini móti Rækker Mølle. Jonas Hermannsen skoraði sigursmálið hjá Rækker Mølle til 33-32 í allarseinasta sekundinum av dystinum. Talan var um ein sera javnan dyst, og í steðginum var støðan javnleikur 16-16.
Talan var um sætta tapið á rað hjá Team Sydhavsøerne.
Pætur var við seks málum næstbesti málskjúttin hjá suðuroyggjamonnum í dag. Pauli skoraði trý mál.
Team Sydhavsøerne eru nummar níggju í deildini við 15 stigum, og teir hava bjargað sær eitt nýtt kappingarár í deildini.
Komandi leygardag endar Team Sydhavsøerne kappingarárið við heimadysti móti Faaborg, ið bert hevur seks stig og eru dømdir til niðurflyting. So møguleikarnir at enda kappingarári við einum sigri eru góðir hjá Pæturi, Paula og liðfeløgunum.