Tá farna vika var farin afturum var liðið hjá Pæturi Mikkjalssyni og Paula Mittún, Team Sydhavsøerne at finna á triðaftasta plássinum í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.
Team Sydhavsøerne er triðaftast í deildini við 15 stigum. Sama stigatal hevur fjórðaftasta liðið, HC Odense, men teir hava betri málúrtøku.
Men í dag er fráboðað, at HC Odense er farið av knóranum. Tí missir liðið úr Odense plássið í deildini.
Roskilde er aftast í deildini við seks stigum, og Faaborg er næstaftast í deildini við átta stigum. Sostatt kann Team Sydhavsøerne ikki flyta niður í triðbestu deildina, nú tað er staðfest, at Roskilde, Faaborg og Odense detta úr deildini.
Nú kunnu Pætur, Pauli og liðfelagarnir hugsavna seg um tveir teir seinastu dystirnar í kappingini uttan at hugsa um niðurflytingarvandan.
Leygardagin spælir Team Sydhavsøerne dyst á útivølli móti Rækker Mølle. Eina viku seinni enda suðuroyggjamenn kappingina við heimadysti móti Faaborg.