Team Rynkeby savnaði 48,1 milliónir krónur

Tveyogtretivu lið úr fimm londum luttóku í stríðnum móti barnakrabba.

Í vikuskiftinum gjørdist greitt hvussu nógv Team Rynkeby liðini hava savnað í 2015, tá Team Rynkeby Norra um vikuskiftið handaði tann seinast kekkin til norska Barnakrabbameinsstovnin.


Tilsamans hava 32 lið úr Danmark, Svøríki, Finnland, Føroyar og Norra luttikið í Team Rynkeby í ár, og hava tey savnað 48,129 milliónir krónur í stríðnum móti barnakrabba. Tað upplýsir Team Rynkeby á teirra heimasíðu.


Saman hava teir 1400 súkklararnir og 350 hjálpararnir megna, at betra úrslitið frá í fjør við 33 prosentum. Talan er eisini um størstu innsavning hjá Team Rynkeby nakrantíð.


- Vit hava alla orsøk at vera stolt. Luttakararnir hjá Team Rynkeby hava gjørt eitt megnar arbeiði í 2015. Við so nógvum pengum, kann gongd setast á nógva gransking, ið vónandi vil bjarga lívum í framtíðini, og økja um lívsgóðskuna hjá teimum børnum, ið yvirliva, sigur Carl Erik Dalbøge, leiðari í Team Rynkeby grunninum.


Av teimum 48,1 milliónir krónunum hevur Team Rynkeby Danmark savnað 32,8 milliónir krónur, Team Rynkeby Svøríki 10,6 milliónir krónur, Team Rynkeby Norra 2 milliónir krónur, Team Rynkeby Finnland 1,8 milliónir krónur og Team Rynkeby Føroyar 945.000 krónur.


Næsta ár verður luttøkan uppaftur størri, tá 38 lið við 1600 súkklarar og 400 hjálparar fara at súkkla longu leiðina til Paris.