Team Klaksvík, sum bert fekk tvey stig í seinasta kappingarári, býtur av álvara frá sær í ár. Í gjárkvøldið søktu klaksvíkingar vestmenningar.
Team Klaksvík hevur nú fingið 5 stig og er næstfremst í Atlantic Airways deildini. Í gjárkvøldið vitjaði VÍF í Klaksvík, men tað vóru vertirnir, sum vunnu dystin. Bæði Team Klaksvík og VÍF hava styrkt seg til hetta kappingarárið, og í gjárkvøldið vóru tað teir úr Klaksvík, sum høvdu munin.
Í hálvleikinum var VÍF tó á odda við 15-13, og í seinna hálvleiki gekk javnt á. Tá ið góðir 10 minuttir vóru eftir var javnleikur, men seinastu løtuna hevði Team Klaksvík munin á VÍF, og tað endaði við 33-27 sigri.
Topsskjútti hjá Team Klaksvík var Zarko Pejovic við 13 málum. Filip Jojic gjørdi 7 mál og Sámal Olsen 5. Hjá VÍF skutu Ingi Olsen og Bjarti Hansen 7 mál hvør.
Team Klaksvík hevur 5 stig fyri 5 dystir, meðan VÍF hevur 4 stig fyri 4 dystir.