Ætlanin er nú at gera molan í Havn størri.
Havnanevndin hjá Tórshavnar Býráð hevur einmælt samtykt at fara undir útbggingina.
Ætlanin er nú at leggja málið fyri fíggjarnevndina og síðani at leggja tað fyri býráðið at taka tøðu til.
Býráðið fer at viðgera málið fundi í annaðkvøld.
Men formaðurin í havnanevndini, Torfinn Smith, ivast ikki í, at málið verður samtykt og vísir til, at samtyktin í havnanevndin var einmælt.
Verður útbyggingin samtykt, verður beinanvegin farið undir at fyrireikað málið so at tað kann bjóðast út.
Torfinn Smith heldur, at tað skuldi borið til at byrjað arbeiðið í vár.
Nógv meiri pláss
Ætlanin er ikki at gera meiri atløgupláss á molanum.
Hinvegin er ætlanin at útvega væl meiri pláss at seta bingjur á.
Torfinn Smith sigur, at ætlanin er at breiðka allan molan sum hann er.
Tað skuldi givið eini 60% meiri pláss at seta bingjur á.
Hann er varin við at siga nakað um, hvat útbyggingin fer at kosta, serliga nú, tað skal bjóðast út.
Men talan er um eitt stórt arbeiði og hann heldur, at kostnaðurin fer at liggja um einar 50-60 milliónir.
Býráðið skal ikki taka lán til arbeiðið, men fíggja tað sjálvt.
Væntandi fer tað at taka eini tvey, trý ár.
Torfinn Smith sigur, at tað verður meiri og meiri farmur uppskipaður og avskipaður og hann ivast ikki í, at allir býráðslimir síggja tað neyðuga í at Tórshavnar Havn verður dagførd alla tíðina, sum hann sigur.










