Betrideildarfótbólturin á ólavsøku er bjargaður. Fólk fáa møguleikan at síggja ein kappingardyst á Tórsvølli ólavsøkudag.
TB boðar frá á facebookvanga sínum: - TB KEMUR TIL HAVNAR Á ÓLAVSØKU
Ja, tú las rætt - TB kemur til Havnar á ólavsøku! Leygardagin 29. juli skal slagið standa móti ÍF, á sjálvum tjóðarleikvøllinum, Tórsvølli!
Við vælvilja frá øllum pørtum hevur hetta nú borið á mál og okur vóna at síggja eina rúgvu av áskoðarun til dystin - ikki minst viðhaldsfólki úr allari Suðuroynni!
Verið við til at skapa eina ógloymandi løtu á ólavsøku - okur fara í hvussu er at gera okra!!! Skrivar TB á facebookvanga sínum.
Formaðurin í TB, André Dalfoss sigur í stuttari viðmerking til in.fo, at enn er klokkutíðin ikki ásett.
27. juli spælir AB á heimavølli móti B68. Tann dysturin byrjar klokkan 17.