TB hevur takið á Mjølni

TB hevur havt takið á Mjølni í innanhýsis dystunum í ár. Í vikuskiftinum bresta liðini so saman aftur í KÍ-høllini í mestaradeildini hjá kvinnum

Upptakt Mjølnir-TB:


TB liggur beint í hølunum á oddaliðunum í bestu kvinnudeildini. Munurin frá TB upp til ÍF og Drátt er bara eitt stig, og tí er av størstu týdningi hjá TB at fáa øll stigini, tá tær vitja hjá Mjølni í Klaksvík sunnudagin. Mjølnir liggur í botninum, og tí má TB metast at vera stórur favorittur til dystin.
Gongdin hjá heimaliðnum hevur ikki verið alt ov góð síðstu dystirnar. Tær hava tapt tríggja dystir á rað, og í hesum trimum dystunum hava tær bert vunnið eitt sett. Seinasta tær vunnu var fyri góðum mánað síðani, tá tær basta oddaliðnum, Drátti, á Giljanesi.
Hjá TB hevur eisini gingið so sum so í seinastu dystunum. Av seinastu fýra dystunum hava tær vunnið tveir, men tær fingu eina dreymabyrjan uppá endaspælið, tá tær vunnu toppdystin síðsta vikuskiftið á heimavølli ímóti SÍ.
TB hevur tó havt rættiliga gott tak á Mjølni í ár. Hesi bæði liðini hava leikt tveir dystir áður í hesum kappingarárinum, og í báðum førunum vunnu kvinnurnar av Tvøroyri tryggan 3-0 sigur. TB má eisini metast at vera stórur favorittur undan dystinum í Klaksvík sunnudagin. Mjølnir hevur tó fyrr lopið hvøkk á okkurt av oddaliðunum í ár, og heta ætla tær sær helst eisini sunnudagin,