TB hevur ikki vunnið á HB í 21 ár

HB plagar at standa seg væl á Sevmýri, men TB hevur staðið seg væl á nýggja heimavøllinum

Fótbóltslagið á Tvøroyri er ógvuliga gott. Eftir 120 ára føðingardagshaldið síðsta vikuskifti er tað framvegis ein veruleiki, at TB ikki hevur tapt á nýggja heimavøllinum við Stórá.
Milan Kuljic hevur megnað at skipa liðið væl, og rætti hugburðurin og íblásturin sæst og kennist á liðnum, sum er góð blanding av vete­ran­um og ungum monnum.
Higartil hevur talan verið um fulla úrtøku í Trongisvági. Triðja av­bjóðingin á nýggja vøllinum verður í morgin, og sambært støðu­talv­uni og hagtølunum verður hon upp­aftur størri, enn tær báðar undan­farnu hava verið.
HB vitjar, og talan verður sostatt um sannan klassikara, sum fyri fyrstu ferð verður í Trongisvági. Klassikarin hevur ikki verið so ofta á skránni nógvu tey síðstu árini. TB hevur ikki verið í bestu deildini síðani 2005. Tað árið vann HB 2-1 á Sevmýri, og í Gundadali vann HB 3-1 og 4-1.
Um tað eydnast TB í morgin enn eina ferð at vinna fulla úrtøku í Trongisvági, so verður tað fyrsti sigurin á HB í 21 ár. Nógvu tey seinnu árini hevur TB lagt rygg til nógv tap og ofta stór tap ímóti HB. Síðstu TB sigrarnir á HB vóru í 1991. Í fyrsta umfari – 7. apríl – vann TB 2-1 í Gundadali, og 11. august – í 10. umfari vann TB 4-1 á Sevmýri. Síðsta ferðin, at TB hevur megnað at fingið stig ímóti HB, var 13. August í 1995, tá ið tað endaði mál­leyst á Sevmýri.
Ímóti ÍF á heimavølli fyri viku síðani tóktist tað sum um, at allir í HB høvdu fingið skeiva beinið fyrri út av seingini. 4-1 tapið var tað fyrsta í ár, og nú er takið hjá Sigfríði Clementsen at fáa liðið aftur á beint.

TB - HB: Petur Reinert
leygardagin kl. 15.00