Talan er um útbúgvingar og skeiðvirksemi á fleiri stigum tvs. bæði innan miðnámsútbúgvningarnar og innan hægri útbúgvingar, har eisini granskingin hevur ein týðandi leiklut.
Ein kann siga, at einki er so ringt, at tað er ikki gott fyri okkurt. Tí um somu tíð, sum okkara myndugleikar ótolnir hava bíðað eftir eini loysn á marknatrætuni við bretar, hava umboð fyri undirvísingarstovnar fingið stundir at leggja til rættis komandi oljuútbúgvingar. Í hesi bíðitíðini hava oljufeløg eisini sæð týdningin av nettupp at stuðla útbúgvingarpartinum í eini komandi oljuvinnu. Her hevur AMG-oljubólkurin við teimum trimum oljufeløgunum Statoil, Mobil og Enterprise gingið undan. Serstakliga hevur norska oljufelagið Statoil latið stuðul til fleiri útbúgvingartiltøk. Onnur oljusamtøk, eitt nú The Faroes Partnership, hava um somu tíð lagt dent á at læra upp fólk á teirra egnu skrivstovum og installatiónum.
Í Føroyum er skipað eitt Oljuútbúgvingarsamtak, sum hevur staðið á odda fyri at fáa oljufak inn í undirvísingina á teknisku skúlunum í Havn og í Klaksvík og á Maskinmeistara- og Sjóvinnuskúlanum í Havn. Undirvísingar- og Mentamálastýrið er eisini við í hesum tiltaki.
Lærarar frá hesum skúlum hava verið á skeiði í Noregi, soleiðis at vit verða før fyri fult og heilt at standa fyri undirvísingini, tó at útlendskir serlærarar eisini verða brúktir. Skúlarnir í Føroyum hava síðani lýst við skeiðum í oljuboring, fyrstu ferð í fjør, tá teir fyrstu næmingarnir tóku prógv. Nú verður so aftur lýst við boriskeiðum. Hesi byrja í mars, og sum nakað heilt nýtt hevur ein norsk fyritøka, sum enn ynskir at verða ónevnd, boðið teimum, sum fáa prógv arbeiði og víðari upplæring.
Á studentaskúlanum í Hoydølum er eisini skipað fyri undirvísing innan oljuvinnuna. Har hava fleiri næmingar valt kolvetni sum vallærugrein. Í síðstu viku var Arild Saasen, sum hevur undirvíst á Høgskolen í Stavanger, men sum nú starvast hjá Statoil, á studentaskúlanum og undirvísti. Hann var eisini á Tekniska skúla í Klaksvík. Hann kom tó fyrst og fremst til Føroyar fyri at undirvísa á einum skeiði í oljuboring á Náttúruvísindadeildini í Nóatúni.
Har hava tey skipað fyri einum skeiði í oljuboring fyri studentunum, sum hava valt kolvetnisverkfrøði sum grein og so fyri øðrum áhugaðum.