Eitt av aðalmálunum hjá nýggja FSF-forsetanum hevur verið at geara feløgini, so leiðslurnar í hesum eru betur førar fyri at átaka sær tær avbjóðingar, sum eru í einum fótbóltsfelag.
Og fyrsta stigið í hesum er nú tikið. Komandi heyst fer FSF í holt við eina nýggja ítróttarleiðaraútbúgving. Høvuðsendamálið er at styrkja fótbóltsfeløgini innanhýsis og at menna samstarvið millum føroysku feløgini.
Undirvísingin, sum fer fram í FSF-húsinum, verður skipað í fýra pørtum, og er hendan gjørd í samstarvið við Copenhagen Coaching Center.