Flogbóltur ? kvinnur
TB gjørdi skjótt av í seinasta landskappingardystinum í ár. Dysturin, sum varð leiktur á heimavølli móti ÍF, byrjaði klokkan 15 og vardi minni enn ein tíma. Tá hevði TB tryggjað sær ein greiðan 3-0 sigur við settúrslitunum, sum standa omanfyri.
Munurin var, sum tølini geva greiðar ábendingar um, sera stórur. TB hevði eina greiða ætlan um, at hesin dysturin skuldi vinnast, og ta ætlanina hildu meistararnir seg til. Onga løtu fingu fuglfirðingar tíð til at skipa seg á vøllinum, og tí fingu tær ongantíð veruliga fótin fyri seg.
- Eg veit ikki um tað vóru teir nógvu áskoðararnir í høllini, sum gjørdu sítt, men tað kom ongantíð spenningur í dystin, sigur Virgar Djurhuus, venjari hjá TB.
Hann leggur afturat, at talan í roynd og veru var um einvegis ferðslu í dystinum, og at tað tí ongantíð var nakar ivi um, hvørt meistararnir fóru at vinna dystin ella ikki.
Hesum gevur Rønn Eliasen, liðskipari hjá ÍF, honum rætt í. Hon sigur, at teirra spæl ongantíð hekk saman, og at tað tí einki var at siga til, at TB vann ein so ruddiligan sigur.
- Hjá okkum riggaði einki. Vit kiksaðu alt ov nógvar servur og móttøkuspælið var heilt einfalt ikki nóg gott. Samstundis fluttu vit okkum alt ov lítið á vøllinum, og tí fekk TB alt ov lætt spæl, sigur Rønn Eliasen.
ÍF liðið hevði annars gjørt sítt til, at fyrireika seg til dystin so væl sum til ber. Tær vóru farnar suður leygarkvøldið fyri at vera til dystin fús sunnudagin, og tí er tað kanska eitt uppaftur størri vónbrot, at dysturin gekk so illa sum hann gjørdi.
Úrslitið av dystinum á Tvøroyri hevði við sær, at TB bara tapti tann eina dystin í hesum kappingarárinum. Tað var seinni dysturin móti Mjølnir í grundspælinum, men tað úrslitið fekk ongantíð nakra ávirkan á, hvør gjørdist Føroyameistari. Til tað var munurin á TB og hinum liðunum ov stórur.
Nýggju Føroyameistararnir hava nevniliga verið eina tonn betri enn øll hini liðini, og so hava tær afturat tí, havt tað hepni, sum skal til, tá tað leikliga ikki hevur hingið so væl saman. Men soleiðis gongur tað ofta hjá teimum góðu liðunum, sum hava styrkina til at uppsøkja hepni.
Tey, sum sóu steypafinaluna, vita, at talan veruliga er um eitt gott lið, sum hevur leikararnar, sum kunnu avgerða dystirnar, hvør í sínum lagi.
Munurin í ár var kanska í so stórur, og ein av orsøkunum kann vera, at hini liðini hava havt ov stóra virðing fyri TB. Ikki tí, at tær ikki hava tað uppiborið, men veruleikin er, at tær í fleiri umførum eru slopnar ov lætt. Hevði mótstøðuliðið tá dugað at sett ferðina upp, kundi verið, at trýstið á TB-liðið hevði havt við sær størri ótryggleika millum leikararnar.
Soleiðis verður ikki í ár, tí TB hevur nú leikt seinasta dystin og tær kunnu ? av røttum ? kalla seg Føroyameistarar. Hetta heitið hava tær fult uppiborið, tí samanumtikið hava tær havt besta liðið í landskappingini í ár. At tær so eisini vunnu steypakappinginna prógvar bara, at einki av hinum liðunum kom so mikið nær, at tað kundi hótta leiklutin hjá TB sum einaráðandi í føroyskum kvinnuflogbólti í løtuni.
Hjartaliga tillukku til TB við FM-heitinum og við greipuni ...