Taylor Swift vísir samkenslu við offrum í kníválopi í Onglandi

Børn vóru á eini Taylor Swift workshop á einum dansiskúla, tá ein 17 ára gamal drongur eftir øllum at døma framdi álopið við einum knívi.

Trý børn vórðu mánadagin dripin í einum kníválopi undir eini Taylor Swift-workshop í Southport í Onglandi. Níggju børn og tvey vaksin fingu skaða. (Savnsmynd). - Mynd: Darren Staples/Ritzau Scanpix

Amerikanska poppstjørnan og songkvinnan, Taylor Swift, er "fullkomiliga í sjokk" av knívaálopinum í Southport í Onglandi mánadagin, har trý børn lótu lív og átta børn og tvey vaksin fingu skaða.

Tað skrivar Taylor Swift sjálv í eini søgu á Instagram.

- Ræðslan av álopinum í Southport í gjár floymir yvir meg og eg eri fullkomiliga í sjokki av at børn eru deyð, sakloysi og tí ræðuliga støðuni, sum tey vóru í, sum veittu fyrstuhjálp, skrivar hon.

Kníválopið fór fram undir eini workshop hjá Taylor Swift á einum dansiskúla í Southport.

Ein 17 ára gamal drongur er handtikin og undir illgruna fyri dráp og drápsroynd. Tvey vaksin og seks børn eru í lívsvanda.

- Tey vóru bara smábørn á dansiskeiðnum. Eg havi onga hóming av, hvussu eg nakrantíð kann vísa mína samkenslu við hesum familjum, skrivar Taylor Swift.

Swift var sjálv ikki við á verkstovuni, sum var eitt dansitiltak, sum varð ætlað 7-11 ára gomlum í Southport.

Eftirfylgjandi hava fjepparar av Swift latið yvir 175.000 krónur til ofrini fyri kníválopunum, skrivar BBC.

Motivið fyri álopinum er ikki greitt enn. Tann 17 ára gamli ákærdi kemur úr grannabygdini Banks og er føddur í walisiska høvuðsstaðnum, Cardiff, upplýsir løgreglan.

Vitni hava sagt við bretskar miðlar, at álopsmaðurin sást koma á staðið í hýruvogni, og at hann var í masku, tá hann kom inn í dansiskúlan.

Innanríkisráðharrin, Yvette Corper, vitjaði týsdagin í Southport at hitta løgregluna. Minningarhald verður um offrini týskvøldið.

Keir Starmer, forsætisráðharri, sigur, at hendingin er " ræðulig".

- Alt landið er skelkað. Tað er næstan ógjørligt at ímynda sær sorgina, sigur hann.

Helst fer Keir Starmer eisini at vitja økið, hevur stjórnin sagt.

 

/ritzau/AFP

 

Trý børn vórðu mánadagin dripin í einum kníválopi undir eini Taylor Swift-workshop í Southport í Onglandi. Níggju børn og tvey vaksin fingu skaða. (Savnsmynd). - Mynd: Darren Staples/Ritzau Scanpix