Greiðir hálvfinalusigrar til Spurs, United og Chelsea

Tað gekk væl hjá ensku liðunum í Evropa í kvøld

Í kvøld vóru fyrru hálvfinalurnar leiktar í Europa League og Conference. Talan gjørdist um eitt gott kvøld hjá ensku liðunum.

 

Athletic Bilbao hevði á heimavølli eina lítla favorittstøðu móti Manchester United í Europa League. Men United hevði eitt gylt korter móti endanum av fyrra hálvleiki, har teir skoraðu trý mál. Dani Vivian hjá heimaliðnum fekk eisini reyða kortið undan steðginum, og so var mótbrekka hjá Athletic. Einki mál kom í seinna hálvleiki, og so fekk United eitt sera gott útgangsstøðið til returdystin á Old Trafford leikvøllinum komandi hóskvøld.

 

Athletic Bilbao-Manchester United 0-3 (0-3)

0-1 Casemiro ('30 )

0-2 Bruno Fernandes, br. ('37 )

0-3 Bruno Fernandes ('45 )

 

Í hinari hálvfinaluni í Europa League vann Tottenham 3-1 á Bodø/Glimt. Spurs økti til 3-0 tá ein tími var leiktur. Móti dystarenda fekk Ulrik Saltnes tó skorað fyri Bodø/Glimt. Nú skal Spurs ferðast norðurum pólkringin fyri at spæla á graslíkinum á Aspmyra í Bodø, og tá fer Bodø/Glimt eftir sensasjónini. Eingin ivi er tó, at Spurs hevur favorittleiklutin, men liðið úr London fer at møta umstøðum teir als ikki eru vanir við. 

 

Tottenham Hotspurs-Bodø/Glimt 3-1 (2-0)

1-0 Brennan Johnson ('1 )

2-0 James Maddison ('34 )

3-0 Dominic Solanke, br. ('61 )

3-1 Ulrik Saltnes ('83 )

 

Í Conference League stóð Chelsea fyri einum góðum avriki í Stokkhólmi, tá teir vunnu stórsigur 4-1 á Djurgården, ið tó langt síðani hevur vunnið við at røkka so langt í kappingini. Tað skal eitt undur til av dimensjónum nú um svenska liðið skal vinna seg í finaluna. 

 

Djurgården-Chelsea 1-4 (0-2)

0-1 Jadon Sancho ('13 )

0-2 Noni Madueke ('43 )

0-3 Nicolas Jackson ('59 )

0-4 Nicolas Jackson ('65 )

1-4 Isak Alemayehu Mulugeta ('68 )

 

Størsti spenningurin er í hinari hálvfinaluni í Conference League. Betis Sevilla vann tepran 2-1 sigur á Fiorentina, og lagt er upp til stóran spenning í returdystinum komandi hóskvøld. 

 

Betis Sevilla-Fiorentina 2-1 (1-0)

1-0 Abde Ezzalzouli ('6 )

2-0 Antony ('64 )

2-1 Luca Ranieri ('73 )