Tjaldrið sigldi á land á Slættanesi

Skipið slapp av aftur við egnari hjálp og stendur nú á skipasmiðjuni á Skála

Vaktarskipið Tjaldrið sigldi í gjár á land á Slættanesi á Vágoy. Stjórin á Vørn, Óla Hans Olsen segði, at maðurin, sum hevði vakt á brúnni var óansin, tá skipið sigldi á land.

Skipið slapp av aftur við egnar hjálp, men hol kom á kúlustevni og sjógv lak inn í onkran tanga. Men vandi var ikki á ferð.

Tjaldrið er nú á skipasmiðjuni hjá Mest á Skála.