Tavan í Leirvík keypti umleið 9.500 tons av gulllaksi í seinastu vertíð, sum byrjaði í apríl og endaði, tá umleið ein vika var farin av september.
Virkið í Leirvík arbeiðir gulllaks í summarhálvuni og upsa í vetrarhálvuni, men longu, tá gulllaksavertíðin var av, og upsavirksemið stundaði til, væntaði Jóan Magnus Rasmussen ikki, at tað fór at gerast serliga lætt at fáa fatur á upsa.
Upsaveiðan hevur leingi verið heldur svikalig, og nógvir eru um boðið at keypa - ikki minst, nú toskur og hýsa eisini hava svikið í nøkur ár.
Men, Tavan hevur ongantíð ligið á teirri latu síðuni. Tað eru úrslitini í fleiri ár eitt talandi dømi um. Heldur ikki, nú trupult er at fáa fatur á upsa, hava tey, sum standa aftan fyri virkið, hug at gevast á hendur.
Tavan hevur nevniliga keypt eini 30 tons av frystum toski úr Noregi, sum eru komin higar til lands í bingjum.
Jóan Magnus Rasmussen sigur, at tey nú fara at gera eina roynd at virka frysta toskin til portiónir.
- Jú, vit fara at vita, um hetta ber til, og um ein slík framleiðsla kann gerast lønandi. Marknaðurin fyri portiónir er avmarkaður í løtuni, og prísirnir hava ikki verið nakað serligir. Men, vit fara at gera eina roynd.
Hann vísir á, at eydnast henda royndin við frystum toski, er ikki óhugsandi, at nøkur tons verða keypt aftrat.
- Tað hevði nú verið áhugavert, um frystur toskur kundi verið ein loysn til at supplera minkaðu nøgdina av upsa, sigur Jóan Magnus Rasmussen.
Tavar plagar at seta nøsina upp ímóti umleið 2500 tonsum av upsa í vetrarhálvuni, men roknað verður ikki við, at nøgdirnar í vetur fara langt yvir tey 1500 tonsini.
Myndin av Tavuni, sum Leirvíkar Arbeiðarafelag eigur, er tikin, áðrenn farið varð undir at byggja virkið út.