Tass: Kornavtala millum Ukraina og Russland er strikað

Svartahavsavtalan um korn er ikki longur galdandi, sigur talsmaður hjá Putin. – Krav okkara er ikki komið á møti.

 

AFP/Ritzau Scanpix

Kornavtalan, sum hevur tryggja veitinga av korni gjøgnum Svartahavið frá teimum báðum krígsførandi londunum, Ukraina og Russlandi, verður ikki longd, sigur Russland sambært tíðindastovuni Tass.

Avtalan er komin til evstamark og skuldi verið longd í seinasta lagi í dag klokkan 22 okkara tíð.

– Svartahavsavtaln er ikki longur galdandi, sigur Dmitrij Peskov, sum er talsmaður hjá Vladimir Putin, forseta.

– Tíverri er tann parturin av Svartahavsavtaluni, sum viðvíkur Russlandi, enn ikki gingin á møti. Sum eitt úrslit av tí er hon endað, sigur hann.

/ritzau/

 

 

AFP/Ritzau Scanpix