Tarzan vitjar Fuglafjørð

Sangleikabreytin í Fuglafjarðar Skúla fer í ár at sýna sangleikin Tarzan The Musical í Mentanarhúsinun. Leikurin, sum er týddur til føroyskt, er bygdur á Disneyteknifilmin frá 1999, og er  fyri øll, bæði stór og smá, sambært fyriskiparunum.

- TARZAN hevur alt tað, ein stórur og góður leikur skal hava: Góðan tónleik, sang, sjónleik og dans, og eru tað næmingarnir sjálvir, ið standa fyri øllum – eisini tekniska partinum, skriva fyriskipararnir.

 

Sangleikurin er neyvan líka kendur sum gomlu filmarnir ella Disney-filmurin, men mong munnu bera kenslu á vakra sangin You’ll be in my heart, sum Phil Collins skrivaði til Disney-filmin. Phil Collins hevur framleitt tónleikin til bæði film og sangleik.

 

Tað eru lærararnir, Bárður á Lakjuni og Marjun Djurhuus, ið hava sangleikin undir hond. Umleið 40 10. floks næmingar ganga á Sangleikabreytini í ár. Teir eru úr Fuglafjarðar skúla, Stranda skúla og Skúlanum við Streymin.

 

Sýningarnar vera frá 14. til 22. mars í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.