Kekkar vóru omaná ímóti føroyska fótbóltslandsliðnum á Tórsvølli í kvøld.
Í 15. minutti legði Ladislav Krejcí Kekki á odda 1-0 við uppleggi frá Adam Hložek. Og lítla hálvan tíma seinni økti Vaclav Cerny til 0-2, sum var hálvleiksstøðan.
Fyrstu tíðina í seinna hálvleiki megna føroyingar at halda tørn, men í 75. minutti eydnaðist tað innskifta Vaclav Cerny at økja til 0-3. Tað var maðurin, sum í síðsta dysti millum hesi liðini skeyt hattrick ímóti Føroyum.
Vaclav Cerny gjørdist dagsins leikari.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
















