Eftir at 76 dystir vóru spældir, gjørdist greitt at Mortan Mørkøre av Eiði er Føroyameistari í FIFA 08. Kappast varð um hetta heitið í Klaksvík í dag. Stutt eftir at kappingin byrjaði, sóu tey umleið 50 fólkini, ið vóru møtt upp, at Mortan var ein serstaka góður FIFA-spælari. Hann tapti í roynd og veru ongan dyst allan dagin!
Kappingin var skipað í seks bólkar har ið fýra og fimm lið vóru í hvørjum. Tá ið bólkaspælið var liðugt var greitt at Aksel, Verner, Høgni, Christiansen, Cotter, Rúni, Mortan og Høgni vóru teir, ið skuldu víðari til fjórðingsfinalurnar.
Í sjálvari finaluni var lagt upp til ein sannan gysara millum teir báðar Mortan og Høgna. Mortan kom framum, eftir at Høgni hevði gjørt ein heldur keðiligan feil. Kortini svaraði Høgni aftur og kom uppá 2-1, áðrenn Mortan aftur var á blettinum og gjørdi tað til 2-2 sum var endaliga støðan áðrenn farið var til eykatíð. Her var tað Mortan ið aftur dró tað longsta stráið og vísti sínar framúr dygdir sum FIFA 08 spælari.
Fyrireikarin av kappingini, Jógvan Skorheim frá fyritøkuni EL-IN í Klaksvík og luttakarnir hildu, at hetta átti at vera gjørt aftur. Fólk hildu eisini, at hølini hjá KÍ vóru sera væl egnað til ein slíkan dag.
- Vit eru sera væl nøgd við kappingina. Og so er tað bara ótrúligt, at vit kundu fáa fólk higar, ikki bara úr Klaksvík, men eisini úr stórum pørtum av landinum, segði Jógvan eftir tiltakið.