Kyndil-Sóljan 27-19 (14-9)
Hondbóltur
Besta kvinnuliðið hjá Kyndli hevur eftir øllum at døma havt eitt alt annað enn lætt kappingarár. Av ymsum orsøkum hevur leikaraskiftið verið óvanliga stórt, og aftur undan hesum dystinum vóru onkrar broytingar at síggja.
Sostatt var Jórun Ludvig, sum er burturstødd í lestrarørdinum ikki boðsend til hendan dystin, men har afturímóti var eitt annað gamalt andlit at síggja á liðnum.
Beinta Sørensen hevur ikki spælt hondbólt, síðani hon fyri knøppum ári síðani var á vinnandi liðnum í steypafinaluni, men nú var heima á vitajn, og hon hevði so játtað at spælt við í hesum dystinum. Sum so ikki nakað ókent fyribrigdi, at lið fáa hjálp frá útisetum, men at Beinta ikki hevur spælt í nærum eitt ár, sigur eitt sindur um ringu støðuna hjá Kyndli. Ikki tí, hon stóð seg eins væl og flestu liðfelagarnir, og tað má eisini metast sum merkisvert.
Sóljan hótti
Hóast støðan sostatt ikki var tann allarbesat undan dystinum, so mundu vónirnar hjá Kyndli um stig tó ikki vera heilt ongar. Sóljan hevði higartil í ár bert tikið stig frá Tjaldri, og ivaleyst ætlaðu kyndilskvinnurnar ikki, at tær skuldu standa næstar í røðini.
At byrja við bendi tó á, at vágagenturnar møguliga kundu gera ein vørr, tí hóast tær enn ikki hava vant seg rættiliga við fyrstudeildarhondbólt, so stríddust tær fyri sakini, og fyrsta partin av dystinum vóru tær eisini omaná.
Hetta tók tó eina vend, tá fyrri hálvleikur var á leið hálvrunnin. Tá byrjaði brádliga at liggja betri fyri hjá Kyndli, og serliga í verjupartinum fingu tær nú fatur á nógv meira. Tá mótstøðuliðið so eisini framdi fleiri tekniskar villu hesa løtuna,
Á máltalvuni hevði skiftið í spælinum eisini við sær, at 4-7 broyttist til 14-9, og so hevði kyndilsliðið mest sum tryggjað sær sigurin.
Tríbýtt kapping
Seinni hálvleikur var í spæli ikki stórt øðrvísi enn fyrri. Eina løtu tóku tær á heimaliðnum kanska heldur lætt upp á uppgávuna, og hetta viðførdi, at Sóljan kundi toga nakað inn aftur. Eitt skifti var munurin niðri á fýra málum, men so dróg Kyndil aftur frá, og í vanda var sigurin ongantíð.
Úrslitið og spælið boðaðu eisini frá, at hóast Kyndil er nógv viknað síðani tær fyri tveimum árum síðani vunnu gullmerkini, so er framvegis stórt glopp niður til niðastu liðini. Hetta má metast sum stórt spell, tí sum er, hevur kappingin lagað seg í tríggjar bólkar.
Trý tey ovastu stríðast um heiðursmerkini, tó at VÍF tykist at vera ein flokk omanfyri hini. Tey bæði niðastu stríðast móti niðurflytingarvandanum, meðan Neistin og Kyndil í miðjni einki sum helst hava at spæla fyri. Tá kann tað gerast tungt at motivera seg til at spæla yvirhøvur, og kanska var tað hetta, sum hendi hjá Kyndli sunnudagin.
So væl, sum tær kortini sluppu sunnudagin, sleppa tær tó neyvan móti øðrum liðum, og er tað allar helst hetta, sum leikandi kyndilsvenjarin fyrst fer at leggja seg eftir at broyta komandi mánaðirnar.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
Kyndil: Lotte Sørensen 8(4), Erla Smith 4, Kristbjørg Petersen 3, Anita Kjærbo 3, Jensia Petersen 3, Beinta Sørensen 2, Simona Fjallstein 2, Herborg Joensen 1, Ann Hansen 1
Sóljan: Hertha Simonbsen 6, Marjun Jørgensen 5(3), Sólja Nielsen 4, Heidi M. Akselsen 2, Heidi Haraldsen 1, Jóhanna í Horni 1
Brotskøst: Kyndil 4, Sóljan 6
Útvísingar: Kyndil 3, Sóljan 1
Dómarar úr Stjørnuni: Geir Wardum og Carsten Andersen. Høvdu eina sera yvirkomuliga uppgávu, og við hvørt var eisini líkt til, at dómararnir høvdu hug at sova eitt sindur.