Føroyameistararnir úr HB hava fingið eina vánaliga byrjan upp á jubileumsárið hjá felagnum. Í fyrsta umfari í landskappingini vóru teir fyri eyðmýkjandi ósigri á Skála, og sunnudagin fingu teir bert tað eina stigið við sær aftur til Havnar, eftir at hava verið á vitjan á Eiði.
Venjarin sett seg á beinkin
Liðið hjá HB var eitt sindur broytt í mun til dystin á Skála. Leikandi venjarin, Heine Fernandez, hevði sett seg sjálvan á beinkin og givið unga Hendrik Rubeksen, ið spældi ein framúr góðan dyst móti KR seinasta vikuskifti, møguleikan frá fyrsta bríksli. Harafturat var Símun Eliasen við aftur í miðverjuni hjá havnarmonnum.
Havnarmenninir royndu at trýsta frá fyrsta bríksli, men hóast teir høvdu bóltin nógv, vóru teir ikki serliga vandamiklir. Tá ið 26 minuttir vóru leiktir, var tó vandi á ferð beint uttan fyri brotsteigin hjá heimaliðnum. Heðin á Lakjuni fór fram við seinasta verjuleikaranum hjá EB/Streymi, Andrej Pacek, sum síðani gjørdi eina neyðbremsu, og tað kostaði honum eitt framskundað brúsubað frá dómaranum, Eiler Rasmussen. Nú væntaðu tey flestu, at HB fór at hava lætt spæl, men so var ikki. Sundalagsmenn umskipaðu liðið hjá sær, og millum annað kom Sorin Anghel aftur í miðverjuna at spæla, og hann spældi ein rimmardyst, hóast hann til tíðir fekk alt ov langan snór frá dómaranum, tá ið hann lá og venaði seg á vøllinum.
Fáir málmøguleikar
Venjarin hjá EB/Streymi, Piotr Krakowski, hevði valt at seta Knút Vesturtún at mansverja HB-liðskiparan, Rúna Nolsøe, allan dystin. Líka mikið hvar á vøllinum, ið Rúni var staddur, so var Knút í rygginum á honum, og at hetta darvaði spælinum hjá meistarunum nógv, sást á øllum brøgdum.
HB hevði bóltin stóran part av dystinum, og teir royndu eisini at trýsta spælið inn í brotsteigin hjá heimaliðnum, men tað eydnaðist teimum ongantíð. Sundalagsmenninir stóðu væl á vøllinum, og gestirnir úr Havn fingu ongantíð spælið hjá sær at koyra. Av somu orsøk vóru so at siga ongir málmøguleikar í dystinum, og tað sigur ikki so lítið, at størsti málmøguleikin í dystinum var, tá ið útiliðið fekk fríspark á brotsteigarmarkinum í sambandi við útvísingina av Pacek. Eina aðru ferð skallaði Rógvi Jacobsen hjá HB bóltin móti málinum eftir eitt hornaspark, men ein verjuleikari hjá EB/Streymi stóð úti við stongina og fekk beint bóltinum burtur av vandaleið.
Móti endanum av dystinum setti HB-venjarin, Heine Fernandez, seg sjálvan á vøllinum, og tá kom eitt sindur meira bit í tannleysa HB-álopið, men tað spurdist tó ongantíð nakað burturúr, og tá ið dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð í dystinum, hingu havnarmenninir við høvdinum, meðan vertirnir vóru ovurfegnir fyri eina stigið, ið teir høvdu tryggjað sær við bert tíggju monnum á vøllinum.
Tamir føroyameistarar
Nú tvey umfør eru leikt, hava bæði EB/Streymur og HB bert tað eina stigið, og tað eiga serliga havnarmenninir at verða ónøgdir við. Havnarfelagið ætlar sær ikki lítið, nú teir fylla 100 ár, men enn er einki sum bendir á, at liðið kann verða við til at kappast um meistaraheitið. Miðvøllurin, sum síðsta kappingarár var berandi parturin á liðnum, er als ikki komin í gongd, og saknurin í eitt nú Andrew av Fløtum og Tór-Ingar Akselsen er stórur.
Sundalagsmenn hava havt trupla byrjan upp á kappingarárið við fyrst útidysti móti B36 og síðani heimadysti móti HB, og í EB/Streymi eru tey neyvan heilt ónøgd við, at tað hevur eydnast teimum at fáa eitt stig burtur úr hesum báðum dystum. Komandi vikuskifti snýr tað seg um fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið, og tá skal EB/Streymur í Gundadal at dystast móti júst HB, men tað verður uttan Andrej Pacek.
EB/Streymur-HB 0-0 (0-0)