Tannlæknar kunnu avdúka harðskap

Støðugt fleiri kommunalir tannlæknar í Danmark hyggja at øðrum enn tonnunum, tá børn og ung eru komin í tannlæknastólin at sita. Teir hyggja eisini eftir, um børnini ella tey ungu hava nøkur tekin um ágang, ónáttúrliga ræðslu ella vantandi reinføri. Síggja teir okkurt tílíkt, fáa teir sosialu myndugleikarnir boð um tað.

Í felagnum hjá teimum almennu tannlæknunum vísa tey á, at tannlæknarnir eru tey einastu í øllum heilsuverkinum, sum síggja øll børn og ung regluliga. Tey seinastu árini hevur felagið lagt størri dent á, at limirnir skuldu gera vart við tað, um teir varnast okkurt óheppið, og hagtøl vísa, at alt fleiri tannlæknar gera eftir áheitanini.

Ein vitjan hjá tannlæknanum kann avdúka mangt og hvat, tí 60 prosent av likamligum ágangi sæst aftur á høvdinum ella hálsinum.