Sum skilst er tað málið um Frostvirkið, ið skal hava verið nýtt at leggja trýst á løgmann. Løgmaður sjálvur sigur seg einki kenna til slíkt, men í lesarabrævi herfyri segði ein navngivin persónur seg vita, at slíkt er farið fram. Um slíkt er farið fram, so er standurin í demokratinum Føroyum nógv verri nú enn nakrantíð, og so kann formaður Tjóðveldisfloksins rópa upp um 80?ini, sum hann vil.
Nú verður tosað um eina grein 19 kanning. Spurningurin er, um slíkt nýtist, tí grannskoðanarfrágreiðingin, ið vísir munin uppá 912,000 krónur, sigur svart upp á hvítt, hvat er farið fram. Nú er tað alment, og nú er tað bert ein spurningur um moralin hjá floks- og samgongufeløgunum hjá Anfinn Kallsberg.
Bert Tjóðveldisflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin, og nú eisini Miðflokkurin, hava valt Anfinn Kallsberg til løgmann. Tað vísir seg, at sjálvt aftan á, at tað er vorðið alment, hvat løgmaður hevur gjørt sum bókhaldari, so standa teir eftir øllum at døma aftan fyri Anfinn Kallsberg. Einki nyttar hjá andstøðuni at reisa misálit, so leingi Fólkaflokkurin fær bukað samgonguna upp á pláss hvørja tí einastu ferð, hóast onkur Tjóðveldismaður buldrar óført. Føgru orðini um politiskt reinføri vísa seg at røkka stutt.
Vit hava eina samgongu, har Fólkaflokkurin hevur so at siga øll vinnumál. Miðflokkurin setir dagsskránna á heilsuøkinum, og sigast má, at hetta lítið hevur til felags við progressivu kósina, ið Tjóðveldisflokkurin plagdi at hava.
Spurningurin er, hví Tjóðveldsiflokkurin hevur telvað seg út í eina støðu, har teir sita í einari heimastýrissamgongu, ið einki hevur í samgonguskjalinum á sjálvstýrisleið, sum ikki bæði Javnaðarflokkurin og enntá Sambandsflokkurin kundu tikið undir við. Hetta váttaði eisini Torbjørn Jacobsen av tingsins røðarapalli. Henda heimastýrissamgonga hevur ein løgmann og ein fiskimálaráðharra, ið summir tjóðveldismenn hava ilt at liva við, og kvinnusakin fær eitt skot fyri bógvin frá einum evarska lítlum flokki, ið hevur alt ov nógv vald í mun til støddina. Hví heldur so samgongan fram við tí vána stevi, hon hevur?
Er stjórnarvald eitt endamál í sær sjálvum hjá Tjoðveldisflokkinum við at hava fýra landstýrismenn? Tjóðveldisflokkurin kann neyvan lata sær lynda løgmansrokið og útmeldingarnar frá Miðflokkinum ? altso, fyri at sitera fyrrverandi løgtingsformannin, tann Tjóðveldisflokkurin, vit kendu.