Fótbóltur
Tá Jens Erik Magnussen tann 3. mars tekur sæti við nevndarborðið á FSF-aðalfundinum, verður hetta 29. aðalfundurin, sum miðvingurin er partur av. Samstundis verður hetta eisini tann seinasti av slagnum, tí Jens Erik hevur nú boðað frá, at hann ikki tekur við afturvali.
- Tað er ein avgerð, sum er rímiliga væl umhugsað. Í veruleikanum, so ætlaði eg mær als ikki at taka við afturvali fyri tveimum árum síðani, og tey boð gav eg eisini nevndini. Støðan var tó kanska nakað øðrvísi tá, tí nógv nýtt fólk var komið í nevndina, og tí mettu summi tað vera týdningarmikið at halda ein ávísan stabilitet. Og kundi eg hjálpa í hesum, so gjørdi eg tað fegin.
- Men hesa ferð haldi eg ikki, at tað vendst í so máta. Eg havi sitið í nevndini hjá FSF síðani stovnan í 1979, og nú man tíðin vera komin, har onnur skulu sleppa framat, sigur hann.
Nógvar broytingar
Tá FSF varð sett á stovn í 1979, var Jens Erik partur av fyrstu nevndini. Sum hann sjálvur tekur til, so brúkti hann seg somikið nógv á einum stjórnarfundi hjá ÍSF, at hann brádliga varð settur í uppskot til sess í fótbóltsdeildini, sum tá virkaði undir ÍSF, og síðani hevur hann at kalla verið partur av mongu stóru broytingunum, sum føroyskur fótbóltur hevur verið fyri.
Og tær hava ikki verið smávegis. At byrja við á grúsvøllum, har glaðir amatørar undir leiðslu av øðrum amatørum dystaðust á vøllinum. Til tíðina í dag, har flestu spælarar í bestu deildini fáa pening fyri avrik síni, eins og venjarar og dómarar eisini fáa tað fyri síni, nú hesir eisini eru útbúnir til sítt yrki. Og ikki minst, so hava avbjóðingarnar á altjóða pallinum verið drívmegin, sum hevur vundið føroyskan fótbólt somikið langt, at vit í dag hava átta landslið á mans- og kvinnusíðuni, umframt tann infrastruktur, sum krevst til hetta arbeiðið.
Roynt allar sessir
Og í hesum spælinum hevur Jens Erik verið partur av at kalla øllum tættum í føroyska fótbóltsheiminum. Fyrstu árini var hann kappingarstjóri og síðani formaður í kappingarnevndini hjá FSF.
Sum formaður í útbúgvingarnevndini var hann seinni við til at skipa fyri miðvísu menningini av føroysku venjarastættini, og í landsliðshøpi hevur hann í nógv ár verið maðuðrin við stóra orðinum. Ikki minst, tí hann gjørdist fyrsti – og higartil einasti – formaðurin í landsliðsnevndini, tá hendan varð sett á stovn fyri 15 árum síðani. Og sum nærum fastur partur av fíggjarnevndini, hevur hann eisini havt sína stóru ávirkan á tað arbeiði, sum har er framt.
Fýra varðar
Tá litið verður aftureftir, eru tað sjálvandi nógvir tættir, sum kundu verið tikin fram. Men sjálvur hevur Jens Erik serliga hug at nevna fýra lutir, sum hann heldur hava havt stóra ávirkan á menningina av føroyskum fótbólti. Ella fýra varðar, um tú vilt.
- Tað hevði alstóran týdning, at fótbólturin flutti seg av grúsi og á graslíki. Tað gav heilt aðrar fortreytir fyri sjálvum spælinum, og var tí ein avgerandi broyting fyri allar spælarar í landinum.
- Harnæst haldi eg, at vit valdu rætt, tá vit í 80’unum løgdu okkum eftir eini miðvísari útbúgvingarætlan fyri fótbóltsvenjarar. Tað hevur gjørt, at vit í dag hava nakrar heilt aðrar fortreytir fyri spælaramenning, og nú sjálvt menningararbeiði eisini er fingið í fasta legu, er hetta ein víðari menning av venjaraútbúgvingini, sum farið varð undir tá.
- Limaskapurin í UEFA og FIFA vóru sjálvandi eisini sera týðandi stig at taka. Tað gav okkum avbjóðingar og møguleikar, sum vit valla kundu droymt um, og eisini á fíggjarsíðuni hevði hetta heilt aðrar møguleikar.
- Og sum ein avleiðing av øllum teimum omanfyristandandi, hava vit nú loksins eitt fullfíggjað landsliðskonsept. Eitt konsept, har vit ikki bara hava átta landslið, men har vit eisini hava ein tekniskan stab kring hesi við venjarum, fysioterapeutum, liðleiðarum og øllum tí, sum krevst. Tann parturin av konseptinum er kanska ikki altíð so sjónligur, men tað er av alstórum týdningi, at hann fungerar út í æsir, sigur Jens Erik.
Góður í ráðum
Saman lagt heldur Jens Erik tí, at hann kann vera so hampuliga væl nøgdur um standin í Fótbóltssambandinum, nú hann hevur valt at takka fyri seg.
- Eg fari tó á ongan hátt at klamsa við hurðunum. Støðan er bara tann, at eg í so nógv ár havi nýtt ein sera stóran part av frítiðini til føroyskan fótbólt. Ikki minst fyrstu árini, tá umsitingin ikki var somikið sterk. Tann parturin er kanska øðrvísi í dag, og í øllum førum er nevndararbeiðið øðrvísi skipað, tó at eg ikki vil kalla uppgávuna fyri minni.
Og tú stendur kanska eisini til reiðar við ráðum, um tú verður spurdur eftir.
- Tað geri eg sjálvandi. Nú veit eg ikki, hvørji ráð eg skal kunna geva, men er metingin, at eg kann hjálpa á nakran hátt, so geri eg tað fegin.
Og hóast fótbólturin hevur fylt somikið nógv, so er Jens Erik á ongan hátt bangin fyri, at hann skal keða seg í fríløtunum komandi árini.
- Tað beri eg so ongan ótta fyri. Einasta, sum kanska verður trupult, er at sita sum púra vanligur áskoðari, tá landsliðið fer at dystast á altjóða pallinum. Men eg havi so longu gjørt av, at eg skal til Italia í heyst - sum áskoðari, og hvør veit, um talan ikki verður um onkrar ferðir av tí slagnum.










