Ung í dag: drukkin, dovin, ófólkalig og heilt ómøgulig. Vit, ið ikki hava virðing fyri nøkrum, vit, ið hava øll verðins rúsevni í æðrunum og royk út úr oyrunum. Vit, sum eru spilt og onki gera sjálv. Vit ætla okkum at fáa uppreisn! Vit vilja sleppa av við okkara ringu umtalu við at gera ein mun fyri menniskju, ið ikki liva undir líka góðum umstøðum sum vit. Vit vilja eggja tey, ið bara sita á afturpartinum og onki gera og investera í tann afrikanska partin av okkara felags verð.
Hvussu í allari víðu verð?
Vit eru 19 tannáringar frá eftirskúlanum Alterna, sum liggur í Mariager í Danmark. Vit fara til Afrika í sjey vikur, har vit, umframt at gera sosialt hjálpararbeiði, eisini fara at hjálpa til við at byggja eina kirkju. Vit hava stríðst og strevast fyri at fáa pengar til bæði ferðaseðlar og byggitilfar, og nú eru vit klár at leggja til brots.
Ein góð gerð er bert ein dropi í sjónum, men tað merkir ikki, at hesin dropin er uttan virði. Tað, ið hevur týdning er, at tú og eg vilja gera ein mun. Reis teg fyri tíni søk, tað gera vit.
Skrivað hava: Iris, Joel, Karoline og Mahela?Umsett hava: Katrin, Katarina og Vár