Fyra at fáa frið, má stundum eitt kríggj til. Tað er so lætt at siga, at vit vilja hava frið og so má heimurin passa seg sjálvan og so verður bara friður burtur úr tí. Hevði tað verið so einfalt, var eingin fegnari enn eg. Men veruleikin er tíverri ikki so einfaldur.
Og tað var tá eisini ein av "heimsmeistarunum" í at taka feil og spáa rangt ein ex., ella enn verandi kommunistur (?), nevniliga Jóannes Nielsen, í øllum førum jødahatari og amerikuhatari um ein háls, ið skuldi vera stóri lærumeistarin! Og tað lítla brotið eg hoyrdi hann verða endurgivnan í ÚF var ? ja gita? sjálvandi feil! ella í besta fall rein propaganda. "Ísraelar byggja á stolið land," pástóð maðurin. Mær vitandi fingu ísrealar landið, fyrst frá Gudi sjálvum (men tað er sjálvsagt einki hjá einum kommunisti), men síðan frá sjálvum ST (og tað er sikkurt heldur einki hjá einum blóðreyðum grót-kommunisti).
At ísraelar tóku ein part av arabiskum landi eftir eitt stórálop frá arabum sjálvum har teir ætlaðu at beina fyri Ísrael, er sjálvsagt bæði ljótt og órættvíst, heldur áðurnevndi lærumeistari helst, og tað man vera tað hann hugsar um, tá hann nevnir um "stolið land". Løgið nokk so hoyrir ein aldrin sama mann nevna orðið "stolið land" tá tað snýr seg um Tibet, ella tá Sovjetsamveldið var til um øll tey eysturevropeisku londini. Tá var tað okay. So har stendur maðurin við sínum órættvísa pástandi. Kina hevur ikki brúk fyri Tibet fyri at yvirliva heldur ikki hevði Sovjetsamveldið brúk fyri t.d baltisku londunum, bert fyri at nevna nøkur. Ísrael hevur harafturímóti brúk fyri tí landinum teir tóku í 6 daga krígnum fyri at verja seg og hava eitt bulvirki móti øgiligu yvirmaktini.
Og Ísrael fer at standa seg ímóti einari milliard av muslimum, sjálvt um teir sjálvir bert eru ein hondfull milliónir. Aftur har tekur Jóannes Nielsen feil! Hann gloymir ein brøk, og gloymir ein ein brøk, gongur roknistykki ikki upp. Tí hava kommunistar ongantíð fingið sítt roknistykki at ganga upp og fáa tað ongantíð. Teir gloyma tann størsta og mest umráðandi brøkin, hin altvaldandi Gud.
Ja, teir kunnu læa, og teir hava læið, men láturin hjá teim flestu eystanfyri man vera tagnaður, og lítið man vera um teir eftirverandi bláoygdu vestanfyri heldur. Kommunistiska ævintýrið er so væl og virðiliga avdúkað sum ræðulig katastrofa við einaræði, kúgan og fólkamorði sum avleiðing.
Fara vit í søguna síggja vit, at allir kommunista-leiðarar og fasistaleiðarar hava ført seg fram á júst sama hátt sum Sadam Husein: Lenin, Stalin, Mao, Hitler, Franco, Musolini og "you name it". So eg skilji væl, at t.d. kommunistarnir kenna brøðralag við Sadam Husein og vilja hava hann sitandi. Teir eru jú andsbrøður tá talan er um atferð. Halt fólkið niðri við jarnhæli, búra og stong tey inni og drep tey, sum vága sær at tala ímóti tær. Vit hava einarætt upp á sannleikan.
Sjálvandi má ein slíkur maður sum Sadam Husein fáa frið at stýra sínum landi. Tað er "ófriður" og "ódemokratiskt" at vága sær at loysa irakiska fólki úr síni leinkju.
Í míni verð er kærleiki ella "humanisma" ikki at standa og hyggja at meðan fólk verða hildin niðri, dripin og fjøtraði av devlum. Kærleiki er at loysa leinkjurnar hjá teimum kúgagu og at sleppa neyðstøddu leysum! Afganarar eru fríaðir frá sínum vitleysu valdsharrum, loyvi irakum tað sama.
Eg ivist ikki í, at vóru hesir menn og kvinnur, sum leygardagin stóðu og rópaðu upp á Vaglinum, uppi á døgum í 1940 so stóðu tey á gøtuhornunum og geylaðu um, at Adolf Hitler mátti fáa frið at stýra sínum ríki, at ein mátti vinna á honum við "friðarligum demokratiskum politikki og við samráðingum". Gud forbarmi seg fyri bláskygni og vitloysi ? ja, fyrigev mær at eg tosi so beint fram, tí annað eru hesar lótir ikki í mínum eygum.
Sjálvt um hetta er púra láturligt so harmist eg so nógv, at eg fái ikki ein gong flent. Men, eg má siga sum ein kendur maður segði, sum demokratur verji eg kortini teirra rætt at vrøvla.