Tann rami gandur í Gøtu

Skeptiskar sálir fingu úr at gera at rokna triksini út, tá dugnaligi strandingurin gyklaði til gleði og undran á G! fyrr í dag

Fyrst var tað ein lítil toykanin, og so knappliga var hon livandi og fór hoppandi avstað. Síðani var tað kola, sum hvarv, lissur sum skiftu lit, og knútar ið hvurvu. Jú, Ásbjørn Berthelsen dugir sanniliga sítt kramm.

 

Spæliplássið var fullsett av bæði børnum og foreldrum. Nøkur ung sóust tó eisini ímillum. Sólin stóð hægst á himli, so fólk sótu og nutu góða veðrið, samstundis sum Ásbjørn undirhelt.

 

- Eitur nakar Jan her? Tað stendur á plakatini, at eg skal undirhalda við einum, sum eitur Jan, men eg havi ongan Jan við. Eitur tú Jan? Ja, og tú?

 

Soleiðis spurdi Ásbjørn út til fjøldina miðskeiðis undir framførsluni. Tað stóð nevniliga á skránni, at Ásbjørn skuldi gykla saman við einum, ið kallast Jan. Tað endaði við, at ein tilvildarligur drongur úr fjøldini, ið kallaðist Jan, varð funnin og kom upp á pallin at gera eitt triks við Ásbirni.

 

Lítli tímin við gykli hjá Ásbirni gekk skjótt, og foreldrini lótu seg minst líka nógv undirhalda sum børnini. Um ikki meir.

 

Fyri ein ordans skyld so skal tað viðmerkjast, at Ásbjørn ikki gandar. Hann einans gyklar.