Tann kærdi er sjálvur kærumyndugleiki

Gerðarrættarformaðurin skuldi taka støðu til sítt egna avrik og tá var úrslitið sum væntað, sigur Maud Wang Hansen.

Gerðarrættarformaðurin skuldi taka støðu til sítt egna avrik, so tað kom ikki óvart á, at formansskapurin í Fasta Gerðarrætti sýtti fyri at taka málið um stríðsstigini móti forskúlunum upp aftur. Tað sigur Maud Wang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum á heimasíðu felagsins.

 

Føroya Pedagogfelag heitti á Fasta Gerðarrættin, um at taka málið um stríðsstigini hjá Pedagogfelagnum móti forskúlunum um landið upp aftur. Pedagogfelagið metti, at Gerðarrætturin hevði gjørt feilir í upprunaligu viðgerðini, og vildi hava málið tikið upp av nýggjum. Tó so, 1. August boðaði formansskapurin í Fasta Gerðarrættinum, at so fór ikki at vera.

 

Hetta kom als ikki óvart á Maud Wang Hansen, forkvinnu í Føroya Pedagogfelagi.

 

- Halgir Winther Poulsen var sjálvur gerðarrættardómari í málinum, og sum gerðarrættarformaður skuldi hann eisini taka støðu til okkara umbøn um uppafturtøku. Harvið skuldi hann taka støðu til sítt egna avrik, so tað undrar meg als ikki, at svarið varð nei. Tað er so enn ein veikleiki við Fasta Gerðarrætti, sum hetta málið hevur avdúkað – at tann kærdi sjálvur er kærumyndugleiki, sigur hon.

 

Maud Wang Hansen situr sjálv í nevndini fyri Fasta Gerðarrættin og sigur, at hon kennir eina eyka ábyrgd av, at skipanin við Gerðarrættinum skal virka væl.

- Og tað haldi eg ikki, at hon ger, tá rætturin kundi koma til ta niðurstøðu, hann kom til seinast, og eftir at hava arbeitt í andsøgn við fyriskrivaðu mannagongdirnar.

 

Les eisini Reyvrend av Gerðarrættinum 

 

Upprunaliga málið snýr sum eg flokkingina av námsfrøðingastørvunum í forskúlunum um landið. Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hava samráðst um hetta í longri tíð, og freistin fyri at finna semju var sett til 1. mai. Tá eingin semja var funnin, lýsti Pedagogfelagið fyrst forboð fyri sínar limir at søkja starv í forskúla og seinni eisini arbeiðssteðg, galdandi frá skúlaársbyrjan.

 

Les eisini Vit standa spyrjandi

 

Hesi stríðsstigini kærdi KAF til Fasta Gerðarrættin og skírdi tey óheimilað. Fasti Gerðarrætturin gav arbeiðsgevarunum viðhald, og vísti til, at eftir teirra tykki eru størvini longu flokkaði, og at dagsstovnasáttmálin eisini skal vera galdandi í forskúlanum. Gerðarrætturin segði víðari, at Pedagogfelagið ikki hevði tikið ítøkilig stig til at broyta hetta, og tí vóru stríðsstigini óheimilað.

 

Les eisini Blokadan var ólóglig

 

Tað var hesa avgerðina, sum Føroya Pedagogfelag vildi hava Fasta Gerðarrættin at taka upp aftur til nýggja viðgerð. Maud Wang Hansen vísir á, at tað var júst hetta, sum Pedagogfelagið og KAF høvdu samráðst um í meiri enn eitt ár.

  

- Tað letur seg snøgt sagt ikki gera at fylgja sáttmálanum fyri dagstovnar í forskúlunum og tað átti formaðurin í Fasta Gerðarrætti at skilt, um hann hevði sett seg nóg væl inn í viðurskiftini í sáttmálanum og í tær tingingar, sum eru farnar fram í meira enn eitt ár”, sigur Maud Wang Hansen.