Tann fyrsti aboriginal valdur í tingið

Fyri fyrstu ferð er ein eftirkomari hjá avstralska upprunafólkinum, aboriginals, valdur í avstralska tjóðartingið.

Tað er tann 57 ára gamli Ken Wyatt. Hann varð valdur í valdøminum Hasluck har vesturi í landinum, har hann fekk 1.000 atkvøður fleiri enn mótvalevnið.

Sigurin var tó ikki ókeypis, tí síðani valið hevur Ken Wyatt fingið fleiri teldubrøv við haturskendum innihaldi, sigur BBC. Men tað ávirkar ikki tann nývalda tingmannin.

-Um 50 ár fara søgufrøðingar at greina, hví fólk í Hasluck valdu eitt valevni frá upprunafólkinum, og so fara teir at koma eftir, at fólk valdu meg ikki, tí at eg eri av upprunafólkinum, men tí tey hildu meg vera best egnaðan at umboða teirra áhugamál, sigur Ken Wyatt við BBC.