Mekanikarin Amrozi er tann fyrsti, sum kemur fyri rættin í sambandi við ta ógvusligu bumbuspreingingina, sum kostaði 202 mannalív á friítíðaroynni Bali tann 11. oktober í fjør. Indonesisku myndugleikarnir vilja vera við, at tað var Amrozi, sum útvegaði bumbumonnunum spreingievnið til bumburnar.
Undir avhoyringunum hjá løgregluni skal Amrozi hava sagt, at ætlan hansara var at beina fyri so nógvum amerikanarum sum gjørligt, og at han einans iðrar seg um, at bumbuatsóknin kostaði fleiri avstraliumonnum enn amerikanarum lívið.
Amrozi hevur verið umrøddur sum tann brosandi yvirgangsmaðurin, tí hann hevur altíð verið brosandi, men so var ikki, tá hann møtti í rættarhølinum í gjár. Hann sat tigandi og lýddi á, meðan ákærin las tað 33 síður langa ákæruritið. Verjar hansara hava eisini sagt, at verður hann funnin sekur, kann hann fáa deyðarevsing.
Rættarmálið er á Bali, og myndugleikarnir skipaðu fyri umfatandi trygdartiltøkum á fyrsta rættarfundinum. Meiri enn 300 løgreglumenn stóðu á varðhaldið við dómhúsið, og aðrastaðni á oynni stóðu næstan 3.000 løgreglumenn til reiðar. Myndugleikarnir hava eisini sent fleiri spreingiserfrøðingar til oynna.
Umleið 30 fólk, øll muslimar, eru tikin í sambandi við atsóknina á Bali.